Lýsing
Lýsing
Lýsing

Peter Schmeichel á Tórsfest

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.03.2023 - 17:32 Mentan Tíðindi

Fótbóltslegendan Peter Schmeichel kemur at framføra á Tórsfest 2023 saman við bólkinum The Ones! 

 

Tað munnu vera tey fægstu ið vita, at málmaðurin - ið tey flestu kenna frá stórheitstíðini hjá Manchester United – eisini er tónleikari.  
 

Hann sigur seg altíð hava havt ein stóran áhuga fyri tónleiki, men hevur ikki fyrr enn nú fingið hug og dirvi til at halda konsertir, og verður tað tí ein heilt serlig framførsla á Tórsfest 2023.
 

Hugskotið til bólkin ‘Peter Schmeicel & the Ones’ kom, tá Peter var á konsert hjá Magtens Korridorer í 2017. Teir møttust eftir konsertina, blivu vinir og fóru at spæla tónleik saman og hava síðan stovnað bólkin Peter Schmeichel & the Ones, ið nú leggja leiðina framvið miðbýin í Havn tann 22.juli, tá Tórsfest er á skrá. 
 

Frammanundan er greitt at Lukas Graham og Páll Finnur Páll koma á Tórsfest og vit gleða okkum at kunngerða fleiri nøvn í næstum, tí Tórsfest verður ársins veitsla! 
 

Forsøluprísurin til Tórsfest er 650 kr og prísurin hækkar 05.mai 2023.  
Atgonumerki fáast hjá Telebúðunum á Tvøroyi, í SMS, Hoyvík, Saltangará og í Klaksvík, í effo í Gundadali og á www.ebillett.fo
 

 

Tórsfest 2023 í samstarvi við OY, Burger King, ETA, Føroya Tele, effo, Atlantic Airways og betri trygging. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…