"Gusti" avreiddi í morgun
Teir gjørdu tað gott upp undir páskir, við snellu norðanfyri, útróðrarbátarnir Gusti úr Lorvík og Lilja úr Sandavági.
Vit vóru á støð, tá teir báðir, Kjartan Joensen og Jan Skipper,sum vóru við Gusti avreiddu til NFCS í morgun. Tá Gusti legði at við bryggjuna niðanfyri NFCS, fór Gudrun, ið roynir við gørnum júst frá eftir landing. Umborð á Gusti var lagið sera gott. Kjartan og Jan báðir skipaðu sjálvir fyri umborð, og báðir høvdu á orðið, at tað helst eru gingin fleiri 10 ár síðani teir hava sæð slíka nøgd av so stórum fiski komið upp á land frá tveimum monnum, sum í morgun.
Útróðrarmenn hava í allan vetur greitt frá, at toskurin at kalla var ikki til, tí við línuni hava teir næstan bara livað av hýsu og at toskurin hevur resta í í veiðuni. Men nú sær helst øðrvísi út. Vit vóna øll við hesum, at nú er toskurin afturkomin.
Eg hevði sjálvandi myndatólið við á støð hjá Kjartani og Jan í morgun. Eisini fekk eg eina mynd av Borgari Justinussen, úr Lorvík, við einum sera stórum toski, sum hann eisini hevur fingið norðanfyri upp undir páskini og tí var komin til Klaksvíkar at avreiða veiðuna. Hann hevði fingið upp í tveir kassar eisini av "yvirvaksnum" toski.
Niðanfyri myndir frá avreiðingini hjá Gusti: