Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borðoyavík kókaði við stórum góðum seiði og tað lótu vit ikki fara framvið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.08.2024 - 15:51 Mentan Tíðindi

Eg og Ásmundur bróður stóðu undir neystinum á Kráartanga og fegnaðust um góða veðrið seinnapartin í gjár. Tá varnaðust vit ógvusligt virksemi á sjónum út fyri norðara bakka á Grøvini. Vit yvir um, jú har leyp óført á sjónum, tosaðu um síl, laks ja kanska høgguslokk.

 

Tá ringir Hans Hjalti, hann sær okkum í kikaranum av Uppsølum. Ímeðan eg tosi sigur Ásmundur, skulu vit fara at vita, eg sigi, eg veit ikki um Spógvin verður mannaður? Jú tað skal ikki standa á sigur Hans Hjalti í telefonini. Vit avstað við sílatráðum.

So skjótt vit kastaðu við eystara landið tørnaði fyri. Hans Hjalti hevði eina silda ella makreldorg undir, so hjá honum stóð sum í botni beinan vegin, tríggjar stórar seiðir. Vit drippaðu niður í allan vegin út á lendingina á Oyri, og sama skilið, síðani inn í móti Hellisenda, fram við Mækjuvík yvir um Flesjar og út ímóti bátahylinum á Kráartanga, har var simpulthen seiður og tað stórur og góður allan vegin.

Men vit ætlaðu ikki at fylla bátin, fregnaðust meira um hvat var. Onkrir av seiðunum høvdu upsamát og taka vit mátini hjá trolbátunum við, so hildu kanska allir mátið. Í gjárkvøldið og á Upsølum var so livir og seiður á matarseðlinum. Hjá okkum er tað fleiri ár síðani, vit fingu so fínan døgurða.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…