Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og enn meiri drál
Dánjal Jákup Meinertsson hevur ótroyttiliga víst á órættin honum og mongum øðrum útisiglarum hevur verið fyri av almennu Føroyum í sokallað heilsutrygdarmálinum.
Nú Landsstýriskvinnan Margit Stórá svaraði Jacob Vestergaard í skrivligum fyrispurningi, hevur Dánjal Jákup Meinertsson gjørt viðmerkingar á sínum facebook vanga, sum vit endurgeva niðanfyri í kursiv.
Til ber eisini hjá lesarum at fylgja málinum og síggja øll lesarabrøvini niðast, sum Dánjal Jákup Meinertsson hevur skrivað gjøgnum árini viðvíknadi sama máli.
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og enn meiri drál. Nú hava Heilsutrygd (HT) og Heilsumálaráðið (HMR) drála í skjótt 12 ár og málið er helst at drála til okkara ongin tímir meir
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og enn meiri drál. Nú hava Heilsutrygd (HT) og Heilsumálaráðið (HMR) drála í skjótt 12 ár og málið er helst at drála til okkara ongin tímir meir.
Svarið hjá Margit Stórá til Jacob Vestergård er bara ein svada, sum onki hald hevur í veruleikanum.
Skulu tey nú til at fyrireika eina reglugerð og eina mannagongd? Hví byrjaðu tey ikki í 2014, tá eg vann kæruna ímóti teimum fyrstu ferð? Ella í 2016, tá eg vann aðru ferð? Ella í 2017, tá kærustovnurin sýtti at viðgera av nýggjum? Ella í 2019, tá ein annar persónur vann meinlíka kæru í somu kærunevnd undir kærustovninum?
Sjálvandi væntaði eg at tey fóru at gera onkrar fyrireikingar, tá Føroya Rættur í 2021 staðfesti kæruavgerðina frá 2014. Men nei, Ikki eitt pipp hoyrdist frá teimum. Heldur stungu tey høvdið í sandin.
Men so fóru tey fyri vist at ressast, tá Eystari Landsrættur í august í 2023 staðfesti dómin í Føroya Rætti. Nei, høvdið longur niður í sandin.
Tá so procesbevillingsnævnet í februar 2024 sýtti HT at stevna mær og øðrum fyri Hægstarætt at broyta dómarnar í hinum báðum rættunum, væntaði eg fyri vist at nú fór at loysna. Men gakk, holið í sandinum dýptist fleiri metrar og tøgnin var nívandi.
Ikki fyrr enn nú eru tey farin at tosa um at gera ein arbeiðsbólk, sum skal gera eina nevnd sum skal umhugsa eina mannagongd, sum ein nevnd skal byrja uppá at leggja fyri landsstýriskvinnuna, so hon kann gera eitt uppskot.....
Eitt sindur av speisemi, kanska, men ikki nógv.
Verður tað í hesi tingsetu? Nei, tað trúgvi eg ikki. Í hesum valskeiðnum? Mmnnnjjaaaa, kanska. Helst ikki. Og so ganga 12 ár afturat við stuldri. Tí tað er tað tað er. Tá ein tekur okkurt frá onkrun av órøttum, er tað stuldur og henda framferð heldur fram, langt eftir at allir rættarinstansir hava staðfest at tað er stuldur.
Svarið hjá Margit til spurning 1 og 2:
Tað er sera einfalt at staðfesta, hvør hevur rætt til frítøku, Hetta sama arbeiðið, sum er so øgiliga tvørligt, fyri ikki at siga ómøguligt, hjá HT, kláraðu AMEG og Taks, í líknandi støðu, í eini handavend. Tá løgtingið samtykti at útisiglarar kundu frítakast fyri AMEG og gjald til eftirløn, um teir kundu skjalprógva inngjald til nøktandi útlendska skipan, tók tað bara eitt andarhald at seta í verk.
Tí er tað nakað, sum útisiglarar hava nóg mikið av, so er tað skjalprógv. Júst í hesum vinnugeira, eru altjóða reglur ið krevja at skal skjalprógvast. Siglingstíð, sjóøki, tíðarskeið her og har, førleikar, starvssetan o.s.fr. Norsku skipanirnar eru talgildar og alt tilfar um lønir, skatt og sosialar skipanir er lætt at skjalprógva og Taks fær alt tey vilja hava av upplýsingum í sjálvuppgávuni.
So, Margit og Jacob. Forarbeiði er gjørt. Tað er bara at seta í verk.
Men vit mugu ásanna, havandi í huga hvussu skjótt tað gekk hjá AMEG og Taks, at munurin her er HT. Tey hava ikki víst snevilin av áhuga ella vilja at loysa hetta málið og hava helst ikki evnini heldur. Tey kundu spurt Taks, hvussu man ger, men nei.
Til spurning 3:
Nei, sjávandi hevur landskassin ikki havt nakrar rentuútreiðslur av hesum. HT/HMR hava jú enn ikki viðurkent at talan er um skuld hjá Landskassanum.
Til spurning 4
Men heimildin til at krevja inn varð dømd deyð at vera, heilt frá 2014 og fleiri ferðir frameftir. At ongin fyrireiking er gjørd heilt fram til henda dag, er skammleyst drál og ein skammleys niðurgerðing av rættartrygdini hjá okkum borgarum.
Til spurning 5
Íðan, hevði HT so tikið seg saman til at gera av hvørji skjalprógv tey vilja hava, skuldu tey fingið skjalprógv í byttu og spann. Men tey hava als ongan áhuga víst fyri skjalprógvum ella nøkrun øðrum enn holinum í sandinum.