Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsumálaráðið traðkar á rættarskipanina

SKRIVAÐ: Dánjal Jákup Meinertsson Formaður í Antares  |  15.11.2019 - 10:38 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Heilsu- og innlendismálaráðið sýnir grova vanvirðing fyri rættarskipanini og rættartrygdini hjá borgarum.

Í einum og hvørjum rættarsamfelag er neyðugt at borgarar kunnu hava álit á rættarskipanini. At vit hava onkrastaðni at venda okkum, um vit halda okkum vera fyri einhvørjum órætti. Soleiðis er eisini í prinsippinum hjá okkum.

Sum tá vit halda okkum vera fyri órøttum av einum almennum stovni. Tá kunnu vit venda okkum til Kærustovnin og fáa eina av kærunevndunum at viðgera kærumál okkara. Viðhvørt fær stovnurin viðhald og tá býður ikki bøtur. Stovnurin brúkar sínar heimildir til at kroysta avgerðina niður yvir okkum. Tey, ið hava orkuna til tað, kunnu síðan royna málið í rættinum, men verri enn so øll hava orku til tað. Og so vinnur stovnurin, uttan mun til rætt ella skeivt.

Men viðhvørt vinnur kærarin. Tá má kærdi stovnur antin eftirlíka kravi borgarans, ella royna málið í rættinum. Tí nærum allar kæruavgerðir enda við boðum um at málið er endaligt innan fyrisitingina, men kann roynast í Føroya Rætti.

Vanligt er at stovnurin eftirlíkar kravinum, men viðhvørt verður tað roynt í rættinum, oftast fyri at avgera eitt prinsipp. Soleiðis eigur at vera og tá riggar rættarskipanin.

Men hvat so um tann óhugsandi støðan tekur seg upp at ein stovnur og ráðið hann liggur undir, púrasta síggja burtur frá avgerðini hjá kærustovninum og bara letur sum onki? Hetta eigur ikki at koma fyri og skal ikki koma fyri.

Men tað ger tað. Tí í áravís hevur ein stovnur undir heilsu- og innlendismálaráðnum soleiðis stungið høvdið í sandin og púrasta latið sum onki, hóast hann hevur tapt fleiri kærur um sama mál.

Sum í øllum slíkum málum, fær stovnurin boð frá kærustovninum um at eftirlíka kravinum frá kærara. Um hann ikki vil tað, kann stovnurin royna málið í Føroya Rætti. Men í hesum føri hendir hvørki annað ella hitt. Og tá er skipanin soleiðis vorðin at hon gevur ikki kærustovninum møguleika at noyða stovnin og hon gevur ikki kærara nakran útveg til at koma víðari. Skák og mát og rættartrygdin hongur í leysum lofti. Og sjálvandi, virðingin fyri kærustovninum er ongin.

Onki er at ivast í at hesin almenni stovnurin undir HIMR ger ikki soleiðis av sínum eintingum. Hann ger tað eftir boðum úr ráðnum. Frá landsstýrismanninum og embætisverki hansara.

Hvat kann man so gera? Jú, man kann biðja um fund við landsstýrismannin at vita um ikki ein loysn kann finnast, so man kann koma víðari.

Flestu landsstýrisfólk eru rættiliga løtt at koma á tal við. Tey eru vanlig fólk sum ganga millum okkum og biðja um atkvøður fjórða hvørt ár. Hevur man ein reellan trupulleika at loysa, fæst oftast ein avtala um fund, umvegis embætisfólk hjá landsstýrismanninum.

Sum áhugafelag hjá onkuntíð upp til tíggju prosentum av føroysku arbeiðsmegini, hava vit havt nógv samskifti við politisku skipanina um mál, ið eru serlig fyri okkum og sum ikki hava verið væl lýst í skipanini. Nógvar fundir hava vit havt, bæði í semju og ósemju, tó altíð við virðing.

Men soleiðis er ikki í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Ongantíð hava vit uppliva tað so trupult at koma á tal við ein politikkara. Tá tað fer at reka á kíkin í HIMR, fer hurðin í lás, gardinurnar fara fyri og ljósið verður sløkt. Tað tykist ikki gera mun hvør situr í landsstýrissessunum, so helst er tað embætisverkið, sum stílar fyri.

Eftir standa ein røð av landsins borgarum sum kánus, við einari nyttuleysari avgerð frá Kærustovninum, fyrsti verjuskansi í rættartrygd borgaranna, og vita ikki síni livandi ráð. Tí hvat skal man gera, tá landsins leiðsla ikki virðir rættarskipanina?

Nei, hann spyr, ið ikki veit.

 

Dánjal Jákup Meinertsson

Formaður í Antares

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…