Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rættartrygd? Hvat er tað?

SKRIVAÐ: Dánjal Jákup Meinertsson  |  07.09.2015 - 17:00 Eldri tíðindi

Nú sita fýra politiskir flokkar á gamla apoteki og samráðast um nýggja samgongu. Allir høvdu teir stór mál í valstríðnum og allir hava síni hjartamál. Og allir mugu teir taka støðu til tey stóru málini í samfelagnum. Fiskivinnunýskipan, demografisku avbjóðingarnar, sosialt (ó)rættvísi, eftirlønir og skattapolitikk og mangt annað.

Nú sita fýra politiskir flokkar á gamla apoteki og samráðast um nýggja samgongu. Allir høvdu teir stór mál í valstríðnum og allir hava síni hjartamál.

Og allir mugu teir taka støðu til tey stóru málini í samfelagnum. Fiskivinnunýskipan, demografisku avbjóðingarnar, sosialt (ó)rættvísi, eftirlønir og skattapolitikk og mangt annað.

Men nógv onnur mál eru, sum ikki hava fingið so nógva rúmd í miðlunum og sum mest áhugabólkar vísa áhuga fyri. Men um tað ikki var fyri hesar eldsálir, duttu nógv slík mál niðurfyri.

Eitt sum eg havi hugsa nógv um er rættartrygdin hjá borgarum. Almennir stovnar taka støðugt avgerðir mótvegis borgarum og tað kemur meira enn so fyri at hesar avgerðir eru skeivar. Borgarar, sum ikki hava styrkina ella neyðugu vitanina um viðurskiftini, vera tá fyri vanbýti av hesum skeivu avgerðum.

Til at hjálpa fólki móti slíkum, hava vit eina kæruskipan. Av berari tilvild fekk eg gott innlit í hesi viðurskifti og havi nú sæð at nógv fólk vita ikki av kæruskipanini ella hvussu hon virkar. Nógv seta seg heldur ikki før fyri at byrja eina kæruprosess. Soleiðis standa skeivar avgerðir hjá almennum stovnum við.

Men sjálvt um man fer í holtur við kæruskipanina, er ikki vist at man fær eina rætta avgerð og sjálvt um man vinnur eina kæru, eru ikki allar súðir syftar.

Vit hava sjeyð kommunalar skattakærunevndir. Hesar eru upprunaliga ein táta, ið kommunurnar fingu sum bót, tá landið yvirtók álíkningina á sinni. Hesar eru sera ymiskt fyri í royndum og førleika.

Summar eru væl mannaðar við góðum fólki, hava nógvar royndir við kærum og hava góða ráðgeving. Aðrar hava nógv færri royndir, brúka ikki so nógva orku uppá góða ráðgeving og á smærru plássunum er kanska vandi fyri gegninum eisini.

Men avgerðir vera eisini í mestan mun tiknar eftir hvussu kæran er samansett. Ein borgari sum dugir væl, er væl inni í lógum og reglum og kann skjalprógva sína kæru væl, er nógv betri fyri ein ein, ið ikki dugir tað. Kærunevndirnar veita ikki óbidnar slíkum borgarum ráðgeving, hóast heimild er til tað í lógini um skattafyrisiting.

So tað kann vera sera tilvildarligt, hvussu borgarar eru fyri í kommunalu skattakærunevndunum.

Omanfyri tær er Føroya Kærustovnur. Har eru fleiri almennar kærunevndir savnaðar. Hesar skulu eitast at vera betri mannaðar av kønum fólki, men eisini her er eitt sindur tilvildarligt, hvussu viðgerðin er. Tey, ið eru køn og sterk og hava ráð til holla løgfrøðisliga ráðgeving, hava nógv besta møguleikan her eisini.

Men um ein borgari vinnur sær viðhald í einari slikari almennari kærunevnd, er framvegis ikki leyst og liðugt. Tí nevndirnar hava ongan myndugleika til at noyða ein almennan stovn at fylgja avgerðini og heldur ikki til at forða fyri dráli. Tá avgerðin er tikin, er nevndin leys av málinum og so stendur man har, við hárinum niður eftir nakkanum, um stovnurin onki leggur í avgerðina.

Eg havi júst eitt slíkt dømi um tað. Ein av nevndunum undir Føroya Kærustovni er kærunevndin í almanna- og heilsumálum.

Har sendi eg eina kæru inn tíðliga í 2014 viðvíkjandi einari avgerð hjá Heilsutrygd. Fyri meg sjálvan persónliga, hevur hetta mál nærum ongan týdning. Men eg metti at her var talan um eitt týðandi prinsipp, sum hevði størri tydning fyri fleiri onnur. Tá so kunnleikin og treystið er til tað og høvi beyst, valdi eg at taka avbjóðingina á meg.

Gott at man er treiskur og veit hvat man ger. Málsgongdin gjørdist ómetaliga drúgv, í mun til tíðarfreistirnar í lógini og her sást týðiliga at hvørki Heilsutrygd ella løgfrøðiliga og umsitingarliga ráðgevingin í Heilsumálaráðnum, hevði røttu førleikarnar ella vitanina um lógir og reglur.

Men 4. November fall avgerðin í kærunevndini. Avgerðin kann illa tulkast sum annað enn fult viðhald. Heilsutrygd fekk boð um at viðgera av nýggjum sambært avgerðini, ella fara í Føroya Rætt við málinum. Hvørki av hesum hendi.

Tað fyrsta sum hendi var at Heilsutrygd prógvaði sína inkompetansu við at fullkomiliga misskilja eina annars greiða avgerð. Og síðani, eftir eina rættleiðing frá kærunevndini, hava tey forhála í tað óendaliga.

Í skrivandi stund, 5. September, tíggju mánaðir eftir avgerðin fall, er enn onki hent.

Eftir standi eg. Drigin uppá tráð og hildin fyri spott. Í Heilsumálaráðnum, sum átti at verið omanfyri leiðsluna á Heilsutrygd, yppa tey øksl. Tey kunnu sjálvandi ikki blanda seg í málsviðgerðina, men meira løgi er at tey ikki kunnu leggja seg út í slíkt atgerðarloysi. Í kærunevndini yppa tey somuleiðis øksl, tí málið er avgreitt frá teirra síðu. Og Løgtingsins Umboðsmaður kann ikki viðgera eitt mál, fyrr enn tað er umsitingarliga avgreitt.

Skák og mát.

Tíbetur havi eg meira treysti og meira innlit í lógir og reglur enn fólk flest. Men frustrerandi er tað. Óluksáliga frustrerandi. Flestu høvdu langt síðani givið skarvin yvir.

Tí haldi eg at rættartrygdin í kæruskipanini er eitt evni hjá nýggju samgonguni at taka upp.

Tí her er als ongin rættartrygd.

Dánjal Jákup Meinertsson

Norðoyri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch