Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  12.09.2024 - 14:37 Myndarøð Tíðindi

Lírin, er sum flestum kunnugt ungin hjá Skrápi. Á leið um somu tíð sum havhestaungarnir fara av reiðrinum, fara eisini Lírarnir úr holu síni. Í Klaksvík sæst vanliga ikki nógv til Líra og Skráp, men ókent er tað ikki. Jens Pauli Sólstein, ið fæst nógv við jørð og fjallgongu segði mær, at Líraurð er undir Háfjalli norður ímóti Nónhamri og niðan av Tanganum á Bóli, beint omanfyri gøtuna eftir vatnleiðingini út á Keldur, er Lírasteinur. So onki er at ivast í, at teir gomlu hava verið vitandi um Skráp og Líra undir Háfjalli, hóast vit  í dag, ikki vita nakað um líraveiðu her. Jens Pauli segði víðari, at hann hevði tríggjar ferðir tikið Líra upp hesa tíðina. Eins og Havhestaungin er Lírin so feitur tá hann fer úr reiðrinum, at hann hevur ilt við at flúgva og sleppur tí við hvørt ikki upp aftur, tá hann hevur lent.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG