Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fáið tey ungu at velja Føroyar

SKRIVAÐ: Vinnuhúsið  |  30.06.2026 - 08:04 Tíðindaskriv

Ung skulu kunna velja Føroyar, tí her eru góðir møguleikar at búgva, útbúgva seg og arbeiða

 

Ung skulu fáa sær útbúgving, royndir og nýggjar sjónarringar. Men tey skulu eisini kunna síggja Føroyar sum eitt veruligt val, tá ið tey skulu gera av, hvar tey vilja búgva, arbeiða og skapa sær eina framtíð.

Føroyar hava nógv at bjóða. Vit hava eitt sera gott grundarlag: eitt trygt samfelag, nærleika til familju og góðar møguleikar at seta dám á bæði arbeiðslív og gerandisdag. Men tað er ikki nokk í sjálvum sær. Skulu vit fáa ung at velja Føroyar, og samfelagið áhaldandi styrkjast, mugu vit betra karmarnar.

Í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag verður tí mælt politisku myndugleikunum til at seta sær eitt greitt mál: Føroyar skulu vera tað natúrliga valið hjá ungum fólki at búgva, arbeiða og liva í.

Skal tað eydnast, mugu vit fyrst tryggja, at ung hava møguleika at fáa ein bústað, sum er til at gjalda. Tørvur er serliga á smærri íbúðum og leigubústøðum. Samstundis mugu útstykkingar, matrikulering og byggiloyvi avgreiðast skjótari. Tað ber ikki til, at ung við arbeiði og útbúgving kortini standa uttan fyri bústaðarmarknaðin.

Lønarskatturin má eisini vera kappingarførur við útlandið. Vanligar lønarhækkingar eiga ikki sjálvvirkandi at føra til, at ein størri partur av lønini verður skattaður við hægri prosentum. Skal lønarskatturin lækkast, krevur tað nýskipanir og afturhaldni í almennu útreiðslunum.

Eisini mugu vit hava góðar og einfaldar karmar fyri vinnuna, so fleiri fjølbroytt og spennandi størv kunnu skapast. Ung velja ikki bara eitt land. Tey velja eisini arbeiðsmøguleikar, fakliga menning og ein gerandisdag, sum gevur meining.

Útbúgvingarnar eru ein avgerandi partur av hesum.

Vit hava stóran og vaksandi tørv á yrkislærdum fólki, tøkniligum førleikum og fólki við hægri útbúgvingum. Tí er eitt annað tilmæli í ársfrágreiðingini, at politisku myndugleikarnir raðfesta vinnuvendar útbúgvingar nógv hægri.

Yrkisútbúgvingarnar mugu styrkjast, og hægri útbúgvingar í Føroyum mugu áhaldandi samsvara við tørvin í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum. Vinnan má takast við upp á ráð, tá ið útbúgvingar verða mentar og raðfestar, so tær eru viðkomandi, dagførdar og á høgum fakligum stigi.

Tess fleiri ung kunnu taka eina góða og viðkomandi útbúgving í Føroyum, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey eisini velja at búgva og arbeiða her. Samstundis eigur tað at bera til at taka partar av útbúgvingini uttanlands. Soleiðis kunnu ung fáa altjóða royndir og kortini varðveita eitt sterkt samband við Føroyar.

Hetta snýr seg ikki um at siga við ung, at tað er teirra skylda at venda heim. Tað snýr seg um støðugt at menna tað samfelagið, sum tey hava hug at venda heim til.

Tilmælini í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag eru tí greið: Fleiri bústaðir, kappingarførur lønarskattur, grundarlag fyri fleiri spennandi størvum og sterkari vinnuvendar útbúgvingar.

Vit mugu skapa karmar, sum gera, at ung velja Føroyar. Bæði við hjartanum og tí tey síggja, at tey her hava møguleika at skapa sær eina góða tilveru.

Les ársfrágreiðingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG