Lýsing
Lýsing
Lýsing

28 tónleikaglað børn á konsertferð til Skotlands

SKRIVAÐ: Annika Kunoy Im  |  10.09.2024 - 23:25 Mentan Tíðindi

Konsertferðin hevur til endamáls at styrkja samanhaldið millum børnini og kveikja og stimbra áhugan fyri horntónleiki

 

 

Hósdagin fara 28 børn úr skúlahornorkestrinum á Skúlatrøð á spennandi, læruríka og samansjóðandi konsertferð til Stirling í Skotlandi í fimm dagar. Saman við børnunum eru avvarðandi, undirvísarar og lærarar - og tilsamans telur hópurin 63 ferðandi.

Á turinum sleppa børnini at venja saman við skotskum skúlahornorkestrum, konsertir verða hildnar, og væntandi verður eisini tíð til at vitja áhugaverd, søgulig og viðkomandi støð.

Vónin er, at ferðin fer at kveikja og stimbra áhugan hjá næmingunum, soleiðis at teir halda fram í skúlahornorkestrinum í nógv ár framyvir, hóast kappingin við onnur tilboð til ung í býnum er hørð.

Fyri fýra árum síðan varð ein royndarverkætlan sett í verk, og næmingar á Skúlatrøð fingu bjóðað frálæru í horn í skúlatíð. Í dag eru fleiri enn 70 næmingar, ið fáa frálæru í horn av professionellum tónleikalærarum, við Fionu Parker á odda. Harumframt hevur skúlin nú, sum tann einasti í Føroyum, egið hornorkestur við 34 blásarum. Staðfestast kann, at søgan um skúlahornorkestrið sanniliga er ein sólskinssøga.

Horntónleikur hevur annars eina langa og stolta søgu í Klaksvík við Klaksvíkar Hornorksestri, ið varð stovnað í 1950, sum flaggskipi. Sum árini gingu, minkaði talið av hornblásarum tó støðugt, og miðalaldurin í hornorksetrinum er vorðin alsamt hægri.

Vónin er, at hesir ungu hornblásarirnir við tíðini gerast partur av Klaksvíkar Hornorkestri, og at man á tann hátt framtíðartryggjar stolta, gamla hornorkestrið í norðoyggjum, sum so mangan setur sín serliga dám á tiltøk í býnum.

Saman við foreldrum og samskiparum hava børnini savnað saman pening til ferðina. Umframt tað hava fleiri lokalar fyritøkur stuðlað ferðini fíggjarliga. Tað eru bæði børn og fyriskiparar sera takksom fyri.

Tað verður møguligt at fylgja við ferðini, tí ferðafrásagnir verða latnar Norðlýsinum úr Skotlandi leypandi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her