Lýsing
Lýsing
Lýsing

Toskurin er afturkomin - norður um við snellu

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  11.04.2023 - 00:32 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað fekk gongd á mangan veiðumann, tá tað mú frættist undan páskum, at toskur aftur er at fáa við snellu norðanfyri. Ikki tíð, eitt sløð hevur verið at fingið, men at líknað við tað, sum Kjartan og Jan fingu við snelluni beint undan páskum, hava vit ikki sæð norðanfyri í út ímóti eitt manna minni.

Tað var ein tíð, tá skip og bátar úr øllum Føroyum komu til Klaksvíkar um hesa tíðina, at rógva út á Norðhavið við snellu og snøri tá toskurin var komin inn á grunnin at gýta tíðliga á várinum. Ja eg minnist at fleiri bátar úr Suðuroy komu aftur ár undan ári í torratíðini.

Men fyri mongum árum hvarv stóri parturin av toskinum, so mikið nógv, at menn at kalla góvust at leggja um til snellu um várarnar.

Nú sær út, sum um vend er komin í, tí tað sum Gusti í Leirvík og Lilja í Sandavági fingu norðanfyri á snelluni í vikuni sum fór, er ikki sæð seinastu nógvu árini.

Heri Vang, skipari á Norðsøka legðist ikki á boðini, hann legði um beinan veg og riggaði sær snellurnar til. Í kvøld á miðnátt tóku teir ís og fóru yvir á Stengurnar eftir seinastu útgerðini og hildu so á norður um. Vit vóru á støð tá teir loystu. Ikki var sørt at vit merktu gleði og spenning á manningini, nú teir aftur sluppu at royna við snellu undir Føroyum.

Spennandi verður at frætta komandi dagarnar hvussu fiskiskapurin fer at roynast teimum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…