Lýsing
Lýsing
Lýsing
Veðurkortini eru eitt sindur várlig í morgun | Mynd: M.Struijlaart

Nú sæst várið koma

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.04.2023 - 11:15 Tíðindi Veðrið

Veðrið komandi sunnudag og mánadag við brúgvaløgum við regni og lýggjari og slavnari luft av útsynningi og suðuri boðar frá, at várið í Føroyum ikki er langt burturi.

Brúgvaløg yvir Føroyar og fleiri eru á veg av útsynningi sunnudagin 16. apríl á middegi. Kelda: MetOffice.

Meðan brúgvaløgini fara framvið av útsynningi, fer eitt máttmikið hátrýst yvir Finnlandi og Russlandi at ganga ímóti vestri inn yvir Skandinavia og haðani ímóti Skotlandi.

Tað høga trýstið fer at ávirka brúgvaløgini soleiðis, at frá týsdegnum av fara tey at vikna og til endans hvørva tey og eru burtur. 

ECMWF týsdagin, 18. apríl kl 12 UTC. Hátrýstið gongur enn vestureftir frá sunnara parti av Skandinavia, meðan brúgvaløgini við regni (tað bláa á tekningini) yvir Føroyar vikna.

Eftir tað fara Føroyar at liggja vestan fyri miðjuna á hátrýstinum – tað sum vit kalla fyri ta heitu síðuna – og so er hátrýstveður í Føroyum. Lýggj luft fer at streyma ímóti okkum sunnaneftir, og tað kunnu vit so njóta, so leingi tað varðar.

Tíverri merkir hetta ikki, at hetta gevur fulla vissu fyri nógvari sól í nógvar dagar, tí tann lýggja luftin er eisini slavin, og tað merkir skýggjað loft. Eftirsum ættin í byrjanini fer at vera landsynningur sunnan, skal luftin ikki ferðast yvir hav í ein alt ov langan tein og har taka vætu upp í seg. Var ættin ístaðin um útsynning, fór luftin yvir stóran part av Norðuratlantshavi, áðrenn hon náddi fram til okkum, og tað hevði verið nakað øðrvísi.

Tí eru góðir møguleikar fyri sól, tó at vit eisini fara at síggja skýggj hangandi lágt, tám og kanska eisini fer onkur løtu við mjørka at arga…

Vandi fyri mjørka (appelsingult og reyðlitt) er veksandi frá mikudegnum 19. apríl, m.a. tí at tað er lítil vindur nær hátrýstinum og at lýtt luftrák er sunnaneftir. Kelda: Dmi-Ninjo-ECM.

Hvussu veðrið fer at verða hetta til flaggdagin 25. apríl, er eitt sindur óvist. Veðurfrøðingar eru vanir við at fáast við forsagnir, har sum óvissan veksur, longri fram í tíðina vit fara. Í skrivandi løtu sær tað soleiðis út, at tað støðuga og góða hátrýstveðrið frá leygardegnum 22. apríl fer at víkja fyri nýggjum lágtrýstum av útsynningi, og harvið fara vit at fáa løtur við regni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík