Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan í hálvfinaluni

SKRIVAÐ: Myndir: Oliver Joensen  |  15.04.2023 - 20:35 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Veðrið

Við einum 30-25 sigri á VÍF hava kvinnurnar hjá Stjørnuni leikt seg hálvfinaluna um FM-heitið. Mótstøðuliðið verður H71.                                                                                                                                                        

Spenningurin var stórur í KÍ-høllini í dag, tá dysturin millum Stjørnuna og VÍF varð bríkslaður í gongd, og dysturin bleiv eisini bæði spennandi og undirhaldandi. Tað gekk ógvuliga javnt á stóran part av fyrra hálvleiki, tó var tað Stjørnan sum hevði munin, og tá farið varð til hálvleiks, var støðan 15-12 til Stjørnuna.  

Stjørnan fekk eina góða byrjan uppá seinna hálvleik. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, hevði Stjørnan vunnið sær eina leiðslu uppá sjey mál, men so kom stígur í hjá Stjørnuni, og VÍF fekk støðugt minkað um leiðsluna hjá Stjørnuni. Tá góðir tríggir minuttir vóru eftir at leika, var støðan 27-24 til Stjørnuna, og stórur spenningur var dystinum, men nærri kom VÍF ikki.

Dysturin endaði við einum 30-25 sigri til Stjørnuna, og við sigrinum hevur Stjørnan leikt seg í hálvfinaluna, har mótstøðu liðið verður H71. Leikast skulu best av trimum dystum. Tann fyrsti hálvfinaludysturin verður KÍ-høllini komandi mikukvøld kl. 17.00.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 10, Sonja Sirdal á Bergi 9, Jancy J. Poulsen 4, Iuklia Nalviko 3, Durita L. Johansen 2 og Joan Sørensen og Malene Madsen eitt mál hvør.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík