Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður hesa vikuna - t.e. lítil og eingin vindur og einki brúgvalag við avfalli. Yvirhøvur skiftandi skýloft við sólglottum ella sól. Har ættin er til tað, kann væntast mjørki. | Mynd: Kimberly Miller

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.04.2023 - 06:00 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum kemur, fer tað at vera lítil ella eingin vindur. Mesti vindurin er í morgun, 3 til 8 m/s. Ættin fer ikki at skifta nógv, fer at liggja millum sunnan og landsynning. Tó upp ímóti eysti fríggjadagin.

Einki brúgvalag við regni sæst nærkast Føroyum hetta til leygardagin. Hetta merkir einki samanhangandi regn ella ælaveður. Tó kann okkurt lokalt regn ella sirm verða í vikuni, har sum fjøllini tvinga luftina uppum.

Orsøkina til hetta góða veðrið er eitt hátrýst, sum stendur yvir Skandivania alla vikuna. Eitt veikt luftrák er tí ímóti Føroyum sunnaneftir ella av landsynningi. Luftin hevur sín uppruna í Suðursvøríki. Hon tekur vætu í seg yvir havinum á vegnum hendanvegin, men tó ikki líka nógv, sum tað hevði verið, um hon kom hertil av útsynningi. Tí er skiftandi skýloft ella smáskýggjað við sól ella sólglottum næstu 5 dagarnar – og møguleikin fyri mjørka er eisini, har sum ættin er til tað.  

Veðrið í vikuni - dag fyri dag:

Mánadagin:

3 til 8 m/s av suðuri, samdrigið ella skiftandi skýloft í morgun, í støðum tám ella mjørki. Eitt skifti fyrrapartin eitt sindur klárari. Okkurt ælið hevur verið í morgun, og okkurt einstakt kann væntast í støðum í dag – okkurt lokalt fyribrigdi, men ikki nógv. Einki brúgvalag í dag við regni ella ælaveðri. Hitin í dag fer upp í 10-11 stig, í støðum 12 stig.

Týsdagin:

3 til 8 m/s sunnan í nátt, men út á morgunin minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Allan dagin er skýloftið skiftandi, so sólin kemur fram í støðum – í aðrar mátar fyri tað allarmesta turt. Hitin í morgin fer at liggja um 7 til 12 stig.

Mikudagin:

Eitt lítið lot av landsynningi suðuri, minni enn 5 m/s, smáskýggjað ella klárt og fyri tað allar mesta turt. Hitin niður í 4 stig um náttina og upp í 12 stig í støðum um dagin.

Hósdagin:

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað ella klárt við sól ella sólglottum. Hitin niður í 4-5 stig um náttina og upp í 11-12 stig í støðum um dagin.

Fríggjadagin:

Eitt lítið lot, undir 4 m/s, av landsynningi og eystri, smáskýggjað ella klárt við sól ella sólglottum. Hitin niður í 4-5 stig um náttina og upp í 11-12 stig í støðum um dagin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík