Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt útlendskt verjuskip hómast í mjørkanum í Leirvíksfirði. | Mynd: Undirritaði

Stór broyting í veðrinum í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.04.2023 - 06:52 Tíðindi Veðrið

Í hesum døgum er veðrið gott. Vit liggja undir einum hátrýsti, sólin hevur sæð og hitalagið hevur ligið um 13-15 stig í fleiri støðum. Tað byrjaði fyri nøkrum døgum síðan við gráligum veðri, skýggjað og mjørki í støðum, men í dag er klárt kring alt landið, á myndum, tiknar úr fylgisveinum, síggjast eingi skýggj, bert frostrípur eftir flogførum langt uppi.

Á hesari fylgissveinamyndini sæst skýøkið vestan fyri Føroyar og bert frostrípur eftir flogførum oman- og norðanfyri Føroyar. Kelda: Ninjo/Dmi

Teir næstu dagarnar fer hátrýstið vestureftir og fer at leggja seg við Eysturgrønland. Hetta merkir, at vit fara at fáa eitt kaldari luftrák ímóti Føroyum av útnyrðingi og norði.

Mynd 2. Leygarkvøldið fer hátrýstið at liggja við Eysturgrønland, meðan køld luft fer at streyma ímóti Føroyum av útnyrðingi.

Í forsøgnini fyri vikuskiftið sæst ælaveður við bæði regni og vátakava, og hitin fer niður ímóti frostmarkinum.

Tað kalda veðrið fer sambært forsøgnunum at halda fram inn í næstu viku, men tíbetur verður ikki nógvur vindur ella serliga nógv kavaæl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík