Lýsing
Lýsing
Lýsing
Havnar Hornorkestur hátíðarheldur 1. mai. | Mynd: Havnar Arbeiðarafelag - av heimasíðu teirra

Veðrið 1. mai

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.04.2023 - 11:25 Tíðindi Veðrið

Nú stundar til 1. mai, altjóða arbeiðaradagin. Dagurin verður í ár hátíðarhildin í heilt hampuligum veðri, eftir at lágtrýstið frá sunnudegnum er farið eystureftir, skamt sunnan fyri Føroyar. Meiri ella minni sama slag av veðri, vit hava havt seinastu mongu dagarnar.

Veðurstova Føroya: Føroyar fara at liggja á køldi síðuni á lágtrýstinum, har tað eru møguleikar fyri sólglottum men eisini onkrum kavaæli viðhvørt í støðum.

Vit fara at fáa eitt frískt lot til frískan vind norðaneftir, 5 til 10 m/s, í støðum upp í ein strúk, 13 m/s. Út á seinnapartin fer vindurin at minka niður í lot til frískt lot, 3 til- 8 m/s.

Tað er serliga tíðliga á degnum, at kavaæl fara at vera í støðum, og fyri tað allarmesta norðanfyri. Skýloftið fer at skifta millum sól ella sólglottar, og hitalagið fer at liggja um 1 til 5 stig.  

Góðan 1. mai.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík