Bakkafrost 1,3 mia krónur í yvirskoti
Á aðalfundinum hjá Bakkafrost í dag varð risayvirskotið í 2022 lagt fram. Sólskinsfyritøkan av Glyvrum rindar partaeigarunum 561 mió krónur í vinningsbýti
Norðlýsið luttók á aðalfundinum hjá Bakkafrost í dag. Fundurin varð hildin í gomlu fyrisitingarhølunum hjá Bakkafrost og væl av partaeigarum vóru møttir. Nevndarformaðurin, Rúni M. Hansen beyð vælkomin og síðani vóru ymsu fundarpunktini gjøgnumgingin, sum fundurin samtykti uttan stórvegis hóvasták. Øll nevndin varð afturvald og nevndarformaðurin somuleiðis. Rúni M. Hansen greiddi í stuttum frá virksemi felagsins í farna ári.
Tøkugjald, grøna orkuskifti og kappingarføri
Síðani fekk Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost orðið og hann umrøddi ymisk aktuell evnir. M.a var hann stúrin um tøkugjaldið, ið landsstýri ætlar at áleggja alivinnuni.
Ein avbjóðing við tøkugjaldinum er, at virðisskapanin verður skattað sum um einans fjørðurin og sjógvalingingin skapar virðini. Í fíggjarstøðuni hjá Bakkafrost á 17 mia kr er umleið ein helvt til annað enn sjógvaling. Ein lutfalsligur partur av avlopinum má leggjast til hetta, um framhaldandi skal bera til at gera íløgur. Sostatt argumenteraði Regin fyri at nýggja tøkugjaldið viðførur eitt skattatrýst á sjógvalingina á omanfyri 90% - tað fer komandi árini at gera at Føroyar koma at tapa í kappingini við útheimin - íløgur koma at vera munandi minni, segði Regin Jacobsen.
Eisini vísti Regin á júst hvussu tøkugjaldið fer at gera tað ómøguligt at selja góðskaðar vørur til handilsketur, sum Bakkafrost hevur gjørt seinastu 30 árini.
Og í mun til grøna orkuskifti helt Regin Jacobsen, at politiska skipanin var alt ov sein og at vinnan verður noydd “at taka um endan sjálv”, sum hann málbar seg.
Fleiri talvur vóru havdar frammi, men tað var serliga talvan, har Regin samanbar Bakkafrost við altjóða kappingarneytarnar, ið var áhugaverd. Samanumtøkan av hvussu Bakkafrost stendur seg millum hinar alifyritøkurnar, sum eisini eru skrásettar á virðisbrævamarknaðinum, fekk Regin Jacobsen at taka til hugaliga setningin, ið vit norðoyingar kenna so væl - “Vit liggja nummar 1”.
Keypt nýggja fyritøku í Fraklandi
Nógvar av ætlanunum hjá Bakkafrost hava tikið langa tíð, segði Regin og vísti á ætlaninar at flúgva laks til onnur lond, eitt nú USA. Tað verður skjótt at vit fara undir at flúgva til USA við laksi og vit eiga at eisini at hyggja uppá at flúgva til Kina, segði Regin. Týdningurin av at verða nær marknaðinum er sera stórur og tískil hevur Bakkafrost keypt eina lítla fyritøku í Fraklandi har fyribils trý starvsfólk arbeiða, upplýsti Regin.
Nakað um tøl
Framúr góða ársúrslitið sást aftur á øðrum lyklatølum. Nevndin mælti fundinum at taka undir við, at rinda 561 mió krónur í vinningsbýti til partaeigararnar. Rúni M. Hansen viðmerkti at landskassin fekk størsta vinningsbýti, 175 mió krónur og at Bakkafrost rindaði 215 mió krónur í tøkugjaldi í 2022 umframt 346 mió krónur í skatti.
Tá komið var til punktið ymiskt, vóru ymsir spurningar settir Bakkafrost leiðsluni. Ein spurningur snúði seg um skatt og har svaraði Regin Jacobsen, at frá rakstrinum í 2022 fær landskassin samanlagt 740 mkr í beinleiðis skatti.