Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Hornorkestur á festival

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.05.2023 - 15:57 Mentan Tíðindi

Fyri fyrstu ferð skal Klaksvíkar Hornorkestur spæla á Summar Festivalinum

 

 

73 ára gamla Klaksvíkar Hornorkestur og skjótt 20 ára gamli Summar Festvalurin hava nú funnið saman fyri fyrstu ferð, og partarnir fegnast um, at orkestrið fer at hava konsert á festivalinum í summar.

Klaksvíkar Hornorkestur var stovnað í 1950 og hevur síðani verið ein týðandi og sameindur partur av mentanarlívinum í Klaksvík. Orkestrið hevur eisini verið eyðsýndur partur av tónleikaumhvørvinum í Føroyum og hevur spælt víðhvar – eisini uttanlands.

Klaksvíkar Hornorkestur er klassiskt og væl spælandi hornorkestur. Íblásturin kemur eitt nú frá bretskari orkestursiðvenju, men orkestrið hevur sítt egna føroyska úttrykk og egna leikskrá. Orkestrið spælir føroyskar sangir, orkesturverk, sálmar og onnur verk, og orkestrið dugir væl at finna røttu løgini og huglagið, alt eftir hvat høvið er.

Nú fer Klaksvíkar Hornorkestur veruliga at spíla seg út við konsert á Summar Festivalinum í august. Umleið 30 tónleikarar vera við í orkestrinum, ið fer at spæla á Torginum undir leiðslu av Fionu Parker. Tey fara at seta saman serliga leikskrá, sum passar til kvøldkonsert á festivali.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival