Lýsing
Lýsing
Lýsing

Anders “Anden” Matthesen í Norðurlandahúsið í septembur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.05.2023 - 23:38 Mentan Tíðindi

Nú kunnu vit við gleði avdúka, at tann sera væl dámdi danski skemtarin, Anders Matthesen, kemur at upptraðka við síni spildurnýggju sýning í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið tann 2. september kl. 19.00. Hann er í løtuni á rundferð í Danmark, har so at siga allar hansara sýningar eru útseldar og hann gleðir seg ómetaliga nógv at koma til Føroya seinni í ár.

 

 

 

Stutt um sýningina:

Anders “Anden” Matthesen (DK) - JOKES – Fra en hvid, straight mand’

 

Anden kemur við nýggjum uppistandsskemti, bara hann, ein mikrofon og ein rúgva av skemti.

 

Anders Matthesen er, sum sagt, á ferð ígjøgnum alt Danmark, og nú Føroyar eisini, við eini spildurnýggjari sýning við uppistandsskemti, sum vit kenna hann allarbest – Anden, ein mikrofon og ein stór rúgva av skemtisøgum. Túrurin hevur fingið heitið: JOKES – Fra en hvid, straight mand’. Sum vit eru von við, tá talan er um Anden, so er upphavsstaðið hjá honum beint úr egnum nalva, við snildum, beiskum og beinraknum viðmerkingum um ymisk viðurskifti sum hann hevur eygleitt uppá sín máta. Evnini, sum verða viðgjørd, eru sera ymisk og væl blandaði ígjøgnum kvøldið, tó er ein felags nevnari fyri alt og tað er ein rúgva av stuttum skemtisøgum, við enn meira stuttum skemtisøgum omaná – og so tann heilt stóri láturin!

 

Lagt er upp til eitt ómetaliga stuttligt kvøld í Høllini í Norðurlandahúsinum, har ein væl upplagdur Anders Matthesen er í toppformi. Tit kunnu veruliga gleða tykkum. Um tú keypir atgongumerki áðrenn 1. Juni, so sparir tú 50,- og tess skjótari tú keypir, jú betri pláss kanst tú velja tær.

 

Anders Matthesen fær seks av seks stjørnum frá APPETIZE og fimm av seks stjørnum frá KULTUREN.NU, EKSTRA BLADET, NORDJYSKE og HERNING FOLKEBLAD, við viðmerkingum sum: “Matthesen beviste i dén grad, hvorfor han nok er Danmarks bedste komiker” og “Ingen anden gør det sjovere... Danmarks bedste komiker”.

 

Heilt stutt um Hugnaløtur. Vit eru her, fyri at skapa góðsku hugnaløtur til føroyingar. Vit hava m.a. havt fyrilestrar við Hans Pilgaard, konsertir við Tim Christensen og so hava vit skipað fyri eina rúgvu av veitslum, starvsfólkatúrum og størri tiltøkum kring landið. Vit halda fram leypandi við nýggjum tiltøkum til føroyingar. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB