Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áhugavert summar í Føroyahúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.05.2023 - 05:21 Mentan Tíðindi

Fyri mong, kann vesturbrúgv í Keypmannahavn, verða bæði larmut og rokalig, men mitt í øllum rokanum liggur Føroyahúsið, væl goymt aftanfyri einar glasdyr á Vesterbrogade 17A.

 

 

Ein verulig perla, sum tey flestu ikki hava givið sær far um. Bláa estetiska húsið við hvítum vindeygum, er tilhaldstað hjá fleiri føroyskum feløgum, eitt nú Føroyska Listafelagnum í Danmark, ið skipar fyri framsýningum við føroyskari list í húsinum.

Júst nú er tað listamaðurin, Ellindur Egilstrøð, ið sýnir 25 av sínum oljumálningum fram. Málningarnir hóska væl til húsið og umhvørvið á Vesturbrúgv. Hóast ongin ivi er um, at tað eru føroysk landsløg, ið eru eitt afturvendandi tema í málningunum, so er tað ikki nakað ávíst landslag Ellindur málar. Steðga vit á eina løtu, verða vit varug við, at Ellindur helst hevur størri áhuga fyri tí, ið er handan mjørkan, ella handan reyn og onkuntíð djúpt á havsins botni. Helst er tað ljósi og myrkri, kaos og ró, lív og deyða, týðuligu mótsetningarnar og grundkor og umstøður undir tilveru menniskjunnar, ið Ellindur arbeiðir við í sínum málningum. Júst sum grundkor og umstøðurnar eru hjá teimum, ið hava sín gerandisdag á Vesturbrygv, og júst sum hjá okkum øllum menniskjum. Málningarnar broytast í ljósinum og brádliga kemur eitthvørt nýtt til sjóndar, vit ikki høvdu vænta. Hvør málningur hevur eitt heiti, ið hyggjarin eisini kann grunda um.

Framsýningin er opin til øll tiltøk í húsinum og tá húsið hevur opið mánadag og fríggjadag, frá kl 13 til 17. Fríggjadag frá kl 13 til 17, er gott høvi at síggja framsýningina í friði og náði.

Mong tiltøk eru í húsinum í summar og eisini her eru mótsetningar. Eitt nú sunnukvøldið 28. maj kl 19;00 verður konsert við Ebenezerkórinum og fríggjakvøldið 2. juni kl 20 verður útgávukonseret við bólkinum Bloody Dice. Hetta verur eitt brak av eini Rock konsert, har øll løgini frá nýggju útgávuni verða framførd.

Á Ólavsøku, verður verulig ólavsøka, í Føroyahúsinum.  

Føroyahúsið hevur heimasíðuna www.fohus.dk og her ber til at síggja virksemi í húsinum í summar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap