Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magni Christiansen á Summar Festival

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.05.2023 - 22:26 Mentan Tíðindi

Countrysangarin hevur útgávukonsert á landsins størsta tónleikatiltaki

Hátakuelli Magni Christiansen fer at spæla á Summar Festivalinum í ár, og hetta verður eisini útgávukonsert.

Magni Christiansen er kendur sum country- og gospelsangari, og hann dugir framúr væl at framføra á palli. Hann hevur gjøgnum árini givið nógvan tónleik út, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir kring landið.

Í sambandi við konsertina á Summar Festivalinum gevur Magni Christiansen út nýggja útgávu – fløgu og vinyl – við 16 klassiskum countrysangum, sum eru innspældir í Írlandi. Fløgan eitur "I'm Just me" og á útgávuni eru nýggjar útsetingar av sangum sum "Detroit City", "Me and Bobby McGee", "Mama Tried", "Footloose" og "Railroad Bum". Útgávan verður tøk beint eftir konsertina í Klaksvík, og tá fáast eisini nýggjar t-troyggjur hjá Magna.

Magni Christiansen hevur væl mannaðan bólk við sær á festivalin. Í bólkinum spæla Bernhard Petersen (klaver), Sámal Pauli Højgaard Petersen (trummur), Eivin Christiansen (bass), Jónas Gaard (el-gittar), Filip Zachariasen (el-gittar), Fríði Sigmundson (kassagittar), Jóhanna Sofía Petersen (kór), Jensia Kjærbæk (kór), Ingrid Højgaard Petersen (kór).

Magni Christiansen og bólkur hansara fara at spæla klassiskar countrysangir, sum eru á nýggju útgávuni umframt aðrar sangir – eisini onkran eldri gospelsang.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík