Lýsing
Lýsing
Lýsing

Broytingartíðir í Klaksvíkar Sjónleikarafelag!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.05.2023 - 22:27 Mentan Tíðindi

Í góðum samstarvi við stýrið fyri Spinnaríið, flytur sjónleikarafelagið nú á loftið í Spinnarínum. Seinastu árini hevur sjónleikarafelagið annars húsast í kjallaranum í gomlu brandstøðini – hølir, sum hava verið sera óhóskandi til leikir.

 

 

At flyta inn í Spinnaríið er ein stór broyting fyri felagið – í rúmd, men eisini í anda. Av tí at uppgávan at menna og reka eitt áhugafelag er ein heilt onnur, enn at spæla sjónleik av reinum áhuga, eru tí eisini broytingar í sjálvari nevndini hjá felagnum. Á seinasta aðalfundi, legði táverandi nevnd fram, at hon legði frá sær, og skeyt samstundis fimm fólk upp, at taka við sum administrativ nevnd.  Hetta eru øll fólk, ið á ein ella annan hátt hava ella hava havt tilknýti til sjónleik. Umframt at hetta eru dugnaligir leiðarar, bæði fyri øðrum menniskjum, eins og kreativum og tekniskum gongdum. Hetta uppskotið varð einmælt samtykt.

Við at seta eina administrativa nevnd at reka og menna felagið, setur tað samstundis kreativu orkuna fría, soleiðis at klaksvíkingar og Føroya fólk kunnu njóta gott av enn meira spennandi sjónleikaravirksemi frá Klaksvíkar sjónleikarafelag. Longu nú eru nakrir av okkara sjónleikarum ígongd við at fyrireika Norðoyastevnuteitið, sum hesuferð hevur fingið heitið: Vælkomin til Varpvíkar!

Fyri at geva sjónleikarum og sjónleikaáhugaum bestu umstøður at virka undir, verður tí skipað fyri lima- og ruddingardegi komandi leygardag 20.maj.
Kom í Spinnaríið kl.09 til kl.14 !

Tekna teg sum lim hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag her.

 

Vinarliga

Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikarafelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival