Lýsing
Lýsing
Lýsing

Badmintonhøllin hvítusunnudag – sunnudagsskúli verður kl. 12:30 og Betesdakórið syngur kl. 15 og kl. 18

SKRIVAÐ: Betesda  |  28.05.2023 - 01:54 Mentan Tíðindi

Hvítusunnudag eru góðir møguleikar fyri bæði familjur og einstaklingar at vitja í Badmintonhøllini í Klaksvík, har sunnudagsskúli verður kl. 12:30 og síðan møtir kl. 15 og 18, samstundis sum børnini kunnu hugna sær og spæla í KÍ-høllini.

Sunnudagsskúlin hvítusunndag kl. 12:30 er eitt gott høvi hjá børnum og foreldrum at fáa eina hugnaliga løtu og ein góðan boðskap.

Síðan verða møtini kl. 15 og kl. 18, har Sangkórið í Betesda luttekur við sínum vakra sangi. Nú nærkast summarið av álvara, so hetta verður ein tann seinasti møguleikin at hoyra teirra vakra sang, áðrenn summarsteðgin.

Sum tað liggur í heitinum, verða fleiri ymiskir talarar á samfelagsmøtunum í Klaksvík á hvítusunnu, umboðandi ymsar partar av landinum.

Barnafamiljurnar hava eisini góðar umstøður at koma til møtini, tí KÍ-høllin er sett av til barnaansing við fleiri spælmøguleikum og góðum plássi til rørslu. Høllin er opin og tøk at brúka, meðan øll tiltøk eru, og skipað barnaansing er í sambandi við møtið klokkan 18.

Allar talur verða tulkaðar til enskt, so tað er møguligt hjá teimum, ið ikki skilja føroyskt, at koma og hoyra boðskapin. All services will be translated to english. Sigið endiliga frá hesum. Hjartaliga vælkomin.

Eins og leygarkvøldið eigur ungdómurin hvítusunnukvøldið í Badmintonhøllini, har ungdómsmøti verða klokkan 20:30 og Opið hús kl. 22. Hesi tiltøk savna nógvan ungdóm.

Kom ein túr til Klaksvíkar í Badmintonhøllina hvítusunnudag – vit gleða okkum – hjartaliga vælkomin :)

Starabúrið stroymir frá møtunum – slóðir til at hyggja og lurta eru á betesda.fo

SJEY sendir somuleiðis beinleiðis – hvítusunnudag frá hesum tiltøkum:
Hvítusunnudag kl. 15:00 Uppbyggingarmøti í Badmintonhøllini
Hvítusunnudag kl. 18:00 Evangeliskt møti í Badmintonhøllini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki