Lýsing
Lýsing
Lýsing

World MS Day 2023

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.05.2023 - 14:43 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Tann 30. mai er altjóða MS dagur, World MS Day. World MS Day er eitt átak hjá MS International Federation (MSIF), sum varð sett á stovn í 2009, og sum hevur limafeløg kring allan heimin.

 

 

Í Føroyum liva alsamt fleiri føroyingar við MS/Multiple Sclerosis, og tí vilja vit í Føroyum fegin varpa ljós á hendan dagin. MS er ein varandi sjúka, sum rakar miðnervalagi hjá tí, ið verður sjúkur, og tí rakar sjúkan ymiskt frá persóni til persón.

Endamálið við World MS Day er at varpa ljós á sjúkuna umframt at samla fólk, ið á einhvønn hátt eru rakt av hesi sjúku, hvørt tað er persónliga ella sum avvarandi.

Umrøðuevnið fyri Altjóða Sclerosudagin 2023 er ”samband”. MS Samband átakið hevur til endamáls at knýta sambond, bæði millum einstaklingar við sjúkuni, men eisini millum avvarandi til ein við sjúkuni. Umframt at virka fyri at knýta sambond millum fólk, ið á einhvønn hátt eru rakt av sjúkuni, ynskir World MS Day eisini at varpa ljós á sjúkuna úti í samfelagnum.

Slagorðið fyri World MS Day 2023 er ”I connect – we connect”. Endamálið við hesum er at knýta sambond soleiðis, at eingin stendur einsamallur við sjúkuni, hvørki tey, sum bera sjúkuna ella teirra avvarandi.

World MS Day 2023 verður í ár fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum, og verður hetta gjørt við eini hugnaløtu á Býarbókasavninum í Havn týskvøldið 30. mai 2023 kl. 20.00 har Jógvan Andrias Joensen kemur at lesa yrking, ein hugleiðing verður um lívið við kroniskari sjúku og Holgar Jacobsen framførir nøkur løg umframt at drekkamunnur verður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…
Høgni vann oddabrakið
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni