Lýsing
Lýsing
Lýsing

Passión fyri prenti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.05.2023 - 13:45 Mentan Tíðindi

Listagrafikkbólkurin HáTrýsT hevur framsýning í Gamla Seglhúsinum á Norðoyastevnu.

 

 

Hósdagin 1. Juni letur upp ein serframsýning við Listagrafikkbólkinum HáTrýsT. Fernisering verður hósdagin kl. 16:00.

Eisini verða listakvinnurnar til staðar umframt okkurt leskandi og lættari ábit.

Onkuntíð hugsar tú: hvat er tað, sum sameinir ein bólk av fólki? Hví eru tey vinfólk, hví trívast tey so mikið væl saman, at tey velja at gera verkætlanir, veitslur o.a. saman, um tey ikki eru bundin av ættarbandið, uppvøkstri, stað ella arbeiði?

Sum oftast vil svarið vera: Passión!

Hetta er eisini svarið uppá, hví fimm sera ymiskar kvinnur fleiri ferð hava havt framsýningar saman: eldhugað passión fyri grafiskum prenti.

Tilvildin vildi, at 5 kvinnur hittust fyri fyrstu ferð, tá tær høvdu framsýning saman í februar 2021. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík eydnaðist á so nógvar mátar ótrúliga væl, kanska einamest tí hon skapti eitt vinarlag tvørtur um øll mørk, aldur, starv, búðstað... Tær høvdu allar brennandi áhuga at granska alt innan grafiskt prent og høvdu møguleika at læra av hvørjari aðrari.

Tær 5 í HáTrýstT eru: Ásla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Rakel Helmsdal og Rikke Bak og spennið er vítt innan prentteknikkir og myndaevni. Hesaferð eru so ymiskir teknikkir sum skurðprent, gelprent, carborundumprent, turrnál og cyanotypi við á framsýningini.

Henda serframsýning er opin á Norðoyastevnu soleiðis:

Hósdagin 1. juni – 16:00 til 19:00
Fríggjadagin 2. juni – 15:00 til 18:00
Leygardagin 3. juni – 15:00 til 18:00
Sunnudagin 4. juni – 15:00 til 19:00
Hjartaliga vælkomin 

www.gamlaseglhusid.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík