Lýsing
Lýsing
Andras Sólstein er leiðari á Klaksvíkar fornminnasavni | Mynd: Jóhann Lützen

Norðoya Fornminnasavn heiðrar Klaksvíkar Sjúkrahúsi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.05.2023 - 09:22 Mentan Tíðindi

Andras Sólstein, leiðari á Norðoya Fornminnasavni, sigur, at tey fara at hava eina framsýning á Norðoyastevnu. Í ár verður Klaksvíkar Sjúkrahús 125 ár, og framsýningin fer tí at vera ein serframsýning, ið fer at snúgva seg um tað. Í 1998, tá sjúkrahúsið fylti 100 ár, varð ein stór framsýning gjørd á sjúkrahúsinum sjálvum. Nógv av tí tilfari, ið sýnt varð fram tá, kom oman á Fornminnasavnið aftaná. 

 

(grein úr blaðnum)

 

Í dag ber illa til at seta eina framsýning upp á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí øll hølini eru antin í nýtslu ella undir umvæling, sigur Andras, og tað er orsøkin til, at Norðoya Fornminnasavn tekur sær av framsýningini hesa ferð. Talan verður bæði um myndir og um lutir, og framsýningin verður í tveimum hølum. Eitt av temunum á framsýningini verður Føðistovan.  

- “Tað eru fleiri ár síðani, at nakar varð fødd/ur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi; allir føroyingar verða føddir á LS í dag”, sigur leiðarin við einum farra av sorgblídni. “Har verða fleiri spennandi ting frá føðistovuni, sum til ber at síggja á framsýningini”. Umframt føðistovu-lutirnar verður eisini møguligt at síggja lutir frá eini operatiónsstovu frá 1950’unum ella 1960’unum. 

Síðani Klaksvíkar Sjúkrahús varð sett á stovn í 1898, er tað bygt út fleiri ferðir. Tann seinasta útbyggingin eru læknahúsini, sum verða sett í stand í løtuni. Framsýningin fer bæði at avspegla hetta og eisini læknavirksemið á sjúkrahúsinum. 

Ógjørligt verður eisini at koma uttan um Læknastríðið, sum javnan er uppi at venda í almenna kjakinum í Føroyum, men Andras Sólstein ger vart við, at tað fer ikki at fylla nógv á framsýningini. Sjálvandi verður tað tikið við, tí tað er ein týðandi partur av søguni, men størsta fokusið verður ikki við. “Tað er so nógv annað og professionelt gjørt um Læknastríðið”, sigur Andras Sólstein, sum tó er meira enn opin fyri møguliga at gera eina serframsýning um Læknastríðið seinni.   

Framsýningin verður ikki bert á Norðoyastevnu, men fer at standa uppi í summar. Byrjað verður fríggjadagin á Norðoyastevnu, og framsýningin verður eisini opin leygardagin, men ikki sunnudagin á stevnuni. 

Spurdur um, hvussu verður við Spaniastovu, nú Mentanarhúsið skjótt fer at lata upp, og Norðoya Fornminnasavn meira ella minni er flutt inn í Spaniastovu, sigur Andras Sólstein, at ætlanin er at hava eina permanenta framsýning har við arbeiðsheitinum “føroysk bygdalag”, men at hendan ikki er liðug enn. Higartil er ein roykstova og ein bátur, við teimum lutum, sum har til hoyra, sett upp í Spaniastovu. Andras Sólstein lovar tó, at eisini Spaniastova verður opin á Norðoyastevnu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…