Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Rotary-klubbi skipar fyri Norðoyastevnuframsýning 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.05.2023 - 14:14 Mentan Tíðindi

Jørgen Vágslíð er umboð fyri Klaksvíkar Rotary-klubba, ið hevur eina stóra framsýning á Norðoyastevnu. Listarfelagið, ið áður skipaði fyri hesum framsýningum, er givið og spurdi tí Klaksvíkar Rotary-klubba, um hann kundi taka yvir. Hetta varð játtað, og burtursæð frá teimum báðum Corona-árunum hevur klubbin so skipað fyri framsýningini. 

 

(Grein úr blaðnum)

 

Framsýningin verður í 2 dagar, leygardagin og sunnudagin á Norðoyastevnu, og øll, sum vilja, kunnu koma og sýna fram. Rotary hevur onga avmarking á nøgd av listarverkum, so listarfólki stendur frítt at sýna fram á framsýningini. Rotary tekur 20% av søluni, og teir pengarnir fara til vælgerandi endamál. 

Rotary er ein felagsskapur, ið roynir at savna inn pening til vælgerandi endamál. Í seinastuni hevur felagsskapurin savnað inn til Ukraina, eitt nú til ein generator, og hetta verður gjørt saman við Rotary Danmark. Somuleiðis stuðlar Rotary skiftisnæmingum (ella útvekslingsstudentum, sum tað eisini eitur), bæði næmingum, ið fara til útlond, og næmingum, ið koma til Føroya. Eisini stuðlar Klaksvíkar Rotary-klubbi eitt nú Beranum og øðrum tiltøkum í Føroyum.

Tilsamans eru 18 limir í Klaksvíkar Rotary-klubba, og teir møtast hvønn týsdag at hava fund, og eisini fer felagsskapurin á virkisvitjanir kring landið. Atgongumerkið kostar 50 krónur, og framsýningin er í miðhøllini á Skúlatrøð. Í fjør vóru 108 listarverk við á framsýningini. 

Leygardagin á Norðoyastevnu, 3. juni, er opið kl. 16-20, og sunnudagin 4. juni er opið kl. 15-20.

Um onkur, ið lesur hetta, vil hava sítt listarverk við á framsýningina, skal boðast frá í seinasta lagi mikudagin 31. mai til annaðhvørt Jørgin Vágslíð á tlf. 210102 ella teldupostinum jorginv@tsk.fo, ella Palla Ziskason á tlf. 217739 ella á teldupostinum palli@ziskason.com. Listarverkini skulu latast inn í Miðhøllini á Skúlatrøð hósdagin 1. juni millum kl. 16 og 18. Sagt verður frá, at listarverkini skulu vera greið at heingja upp og hava skelti við heiti og kostnaði á hvørjum einstøkum málningi. Rotary tilskilar sær eisini rætt til at velja millum myndirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík