Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóannes Bjartalíð avgjørdi dystin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.06.2023 - 20:03 Ítrottur

Hann kom, sá og sigraði.

Soleiðis kann tað sigast um avrikið hjá Jóannes Bjartalíð, tá ið Fredrikstad vann 1-0 á Oern-Horten í dag.

Tað var dystur í norsku steypakappingini, og longu við dystarbyrjan kundi man síggja, at Mikkjal Thomassen ikki hevði valt sterkastu uppstilling, men eina uppstilling, har hann gav nøkrum leikarum spælitíð, ið enn ikki hava fingið so nógv higartil.

Jóannes byrjaði á beinkinum, meðan Brandur H. Olsen byrjaði inni.

Oern-Horten spælir til dagligt í einari deild lægri enn Fredrikstad, nevniliga í 2. Division: Group 1.

Tí vóru Fredrikstad klárir favorittar, men tað gekk illa at fáa hol á málskjótingina.

Jóannes Bjartlíð varð innskiftur fyri Noa Williams í 63'inda minutti, og í 91'inda minutti skoraði Jóannes einsamalla málið í dystinum.

Málið er tað fyrsta hjá Jóannes síðani hann flutti til Fredrikstad, hóast hann hevur verið sera nær við fleiri ferðir áður.

Longu nú skriva norskir miðlar, at Jóannes er ein av vigtigastu spælarunum á liðnum hjá Fredrikstad.

Fredrikstad er sostatt víðari í steypakappingini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund