Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri letur hondbóltinum 2,5 milliónir til EM-endaspælið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.06.2023 - 22:10 Ítrottur Tíðindaskriv

- At hondbóltslandsliðið nú hevur spælt seg í endaspælið er ein stórhending, ið krevur, at vit øll standa saman. EM-luttøkan er vorðin veruleiki - men tað er ein dýrur veruleiki. Tí fær Hondbóltssambandið nú hálvatriðju millión frá Betri Stuðulsgrunninum at nýta í sambandi við EM, sigur Alaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri

 

Betri Stuðulsgrunnurin hevur í morgun latið HSF eina gávu á 2,5 milliónir kr. til EM-endaspælið í hondbólti. 

- Okkara leikarar hava prógvað, at tað ótrúliga kann lata seg gera. Statistiskt eigur tað jú ikki at bera til, at Føroyar eru við á hesum støðinum. Gravgangurin eftir at sleppa til Berlin at heppa er eisini ovurhonds stórur, so stuðulin millum føroyingar er dyggur. Hetta er ein stórhending, ið hevur víðfevndan týdning fyri Føroyar og føroyingar, vísir Aslaug Gisladóttir á.

 

- Sjálvandi standa vit saman um landsliðið. Hetta bragdið hevur longu samansjóvað okkum. Fingið okkum at ernast og at rætta ryggin. Hetta hevur nógvar møguleikar við sær, bæði fyri føroyskan hondbólt, men eisini fyri vinnulívið, Føroyar sum ferðamál og ikki minst sum íblástur fyri børn og ung, vísir nevndarforkvinnan á.

 

Stuðulsgrunnurin hjá Betri letur á hvørjum ári stuðul og peningagávur, sum onkursvegna kunnu vera við til at fyribyrgja sjúku, fremja tryggleika – ella gagna samfelagnum í breiðari merking.

 

- Vit stuðla ítrótti av øllum handa slagi, tí ítróttur jú hevur eina sterka fyribyrgjandi megi. Og frá einum samfelagsligum sjónarhorni fara ringarnir av hesum avrikinum at breiða seg í mong ár frameftir. Tí fær Hondbóltssambandið nú hesa gávuna frá Betri Stuðli. Hetta er somuleiðis við til at tryggja, at breiða hondbóltsvirksemið í Føroyum ikki verður skert av EM-bragdinum, staðfestir Aslaug Gisladóttir. 

 

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, fegnast um gávuna og staðfestir, at hetta kemur sera væl við.

- Tað er dýrt at vera við í toppinum. EM-luttøkan fer at krevja nógv fíggjarliga, og hartil gongur tað væl í føroyskum hondbólti, sum heild, bæði her heima og hjá hinum landsliðunum. Vit standa okkum væl, og tað kostar. Tí eri eg sera takksom um hesa gávuna frá Betri. Hon munar veruliga, staðfestir hon. 

 

Á lítlari samkomu í morgun handaði Aslaug Gisladóttir peningagávuna á hálvatriðju millión og ynskti Gunn Ellefsen og HSF góða eydnu við bæði fyrireikingum og endaspæli.  

 

Fakta um Betri Stuðul: 

Betri er eitt kundaátt felag, og Betri stuðul er ein máti at lata nakað gott aftur til limirnar og samfelagið í breiðari merking.
Í ár eru 30 milliónir settar av til stuðul av ymsum slagi.
Gávur verða lætnar eftir umsókn, men eisini av eintingum.
Gávur og stuðul verða latin endamálum, ið fyribyrgja sjúku, fremja tryggleika ella gagna føroyska samfelagnum.
Les meira á www.betristudul.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið