Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsingin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag fyri Norðoyastevnuteitinum "Vælkomin tíl Varpvíkar".

Formaðurin lovar bæði Norðoyastevnuteiti og nýggjan leik

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.06.2023 - 09:00 Mentan Tíðindi

Norðlýsið hevur hitt nýggja formannin í administrativu nevndini í Klaksvíkar Sjónleikarafelagi á máli, og hann sigur, at fyrsta átakið verður at fáa karmarnar og hølisviðurskifti í ordan. Ábøtur verða gjørdar á ovaru hæddina í Spinnarínum, og Norðoyastevnuteitið verður aftur á skrá í ár, lovar nýggi formaðurin, ið eisini kemur inn á ein nýggjan leik, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag er biðið um at seta upp. 

 

(Grein úr blaðnum)

 

Hanus Gregersen er úr Gøtu og er giftur til Klaksvíkar, hagar tey fluttu til í 2014. Hanus er útbúgvin maskinsmiður og entreprenør-mekanikari, men hann hevur fingist við leiklist, síðani hann var smádrongur. Hann kom í Klaksvíkar Sjónleikarafelag í 2014 og nakað seinni kom hann í nevndina í sama felagi. Til aðalfundin í ár legði nevndin frá sær, og Hanus kom upp í nýggju nevndina. Tá nýggja nevndin skipaði seg, varð Hanus valdur til formann. 

Nevndin er administrativ, ið vil siga, at hon tekur tær sokallaðu tungu nevndirnar, soleiðis at sjónleikararnir sjálvir sleppa undan at hugsa um nakað annað enn tað kreativa og leiklistarliga. 

- “Dreymurin er at fáa felagið at mennast og at lata dyrnar upp fyri klaksvíkingum í øllum aldrum. Tað er ov nógv, um ein nevnd skal gera alt, og tí verður tað skipað sum eitt samstarv ímillum tey kreativu og hesa administrativu nevndina”, sigur Hanus Gregersen. 

Nýggja nevndin fer fyrst at arbeiða við at fáa karmarnar í rættlag, og her verður sipað til hølisviðurskiftini. So skjótt Norðoyastevnuteitið er av, fer nevndin at kanna, hvussu góðir karmarnir í Spinnarínum í roynd og veru eru – nøkur ting eru, sum framvegis mangla, sigur Hanus – og síðani verður farið í holt við ikki bert leik, men eisini upplestur, film og annan kreativitet. 

 

Hanus Gregersen, formaður

 

Á Norðoyastevnu kunnu vit sum nevnt vænta eitt gott teiti, og hesa ferð verður tað í ovaru hæddini av Spinnarínum. Tað verður tann vælkendi leisturin við túnatosi, smáum sketsjum – júst sum í gomlu døgum. Men annars verður talan um nýggjar tíðir fyri Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Millum annað er ein app gjørd, har fólk yvir 16 ár kunnu tekna seg sum limir í felagnum. 

Hølisumstøðurnar í Spinnarínum eru væl betri enn í gomlu Brandstøðini, men okkurt vantar, eitt nú viðvíkjandi ventilatión, trygd og vesi-umstøðum. Farið verður at gera nakað við tað innan leingi, og av hesum verður tað trygdin, sum fyrst verður farin í holt við, sigur Hanus. 

Av øðrum spennandi ætlanum nevnir nývaldi formaðurin, at tey eru biðin um at seta ein leik upp, tá nýggja Mentanarhúsið letur upp, men hann leggur eina við, at tað verður Spinnaríið, sum fer at verða nýggja heimið hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Tó so, verður onkur størri leikur á skrá, kann tað væl vera, at eisini hann fer at verða vístur í nýggja Mentanarhúsinum. 

Sum nú er, kunnu 61 fólk síggja Norðoyastevnuteitið í senn, og formaðurin endar samrøðuna við at siga, at øll eru hjartaliga vælkomin á Norðoyastevnu at síggja nýggja teitið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja tryggja grund­arlagið undir bløðunu…
Veðrið í vikuni
Bæði Hávur liðini vunnu í dag 
Mjølnir gott hál í dag
Jonhard fyllir 70
Video: Watching the Smallest European Cl…
Eyðvør Klakstein bleiv ársins leikari hj…
Syngja jólini inn í Húsa kirkju
KÍ vann venjingardystin
Mjølnir í oddabraki í morgin
Ójavnin veksur í stórum
Fíggjar­mála­ráðið og Føroya Lærara­felag h…
Peninga­skipanin
Sangløta í Betesda leygarkvøldið
Frits: Tá ið kroppurin eldist
Haldið við jólatræið í Svínoy avlýst
KÍ spælir venjingardyst móti Víkingi í d…
Firmakappingin løgd
Sínámillum fiski­veiðiavtala millum Føroy…
Jól í Gamla Klakksvígshandli­num og ein v…