Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aksel V. Johannesen, løgmaður burturforklárar eina pínligheit við einari aðrari pínligheit. Føroya fólk stendur sum kánus! | Mynd: kvf.fo

Hetta er pínligt, harra løgmaður!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.06.2023 - 08:38 Leiðarin Tíðindi

At landsins leiðsla nú meira enn einaferð fer í miðlarnar við skeivum upplýsingum um russiska virksemið í føroyskum øki, samstundis sum føroyska vinnulívið heldur ondina av ótta fyri, hvussu tiltøkini hjá Landsstýrinum fara at raka, ikki so nógv Russland, men okkara egnu vinnu, kann ikki undir nøkrum umstøðum góðtakast.

 

 

Á tíðindafundinum á Viðareiði í farnu viku serveraði Landsstýrið ting sum fakta, sum vístu seg at vera langt frá veruleikanum. Bæði nøgdin uppá 400.000 tons var skeiv, og somuleiðis uppáhaldið um, at russiski aktiviteturin í føroyskum øki var vaksandi, vórðu víst aftur longu sama kvøld. Í veruleikanum er nøgdin nógv minni og aktiviteturin minkandi.

So skuldi ein kanska trúð, at sanktiónirnar linkaðu nakað, tá røttu tølini komu Landsstýrinum fyri oyra. Men tað hendi ikki, og hildið varð fast um somu sanktiónir.

Í burturforkláringini frá løgmanni, tá Kringvarpið konfronteraði hann við tølunum frá Vørn, segði løgmaður:

- “Tað sum vit síggja, tað er, at annað virksemi, sum Russland hevur havt í Norðuratlantshavi og kanska serliga í Irmingarhavinum, sum teir áður hava umskipað í Íslandi – tað sleppa teir ikki longur – tað umskipa teir í stóran mun í Føroyum nú.”

Og:

- “Nú leggja teir í nógv størri mun kongafisk upp í Føroyum”.

Men heldur ikki her hevði Landsstýrið ómakað sær at seta seg inn í tingini. Kringvarpið visti í gjárkvøldið at siga, at onki virksemi er av kongafiski í føroyskum øki, hóast fiskiskapurin í Irmingarhavinum byrjaði í apríl. Í fjør var talan um 7.500 tons, men í 2023 (“nú”, sum løgmaður sigur), er als ongin kongafiskur umskipaður í Føroyum, og bert 3 (les: trý) tons eru á løgd á goymslu í Føroyum.

Føroya fólk stendur sum Kánus!

Er veruliga onki embætisfólk í Tinganesi, sum kann lata løgmann og landsstýrið í til at úttala seg um hesi tingini? Sum kann tryggja, at tey í minsta lagi hava tey røttu tølini og eru, um ikki væl inni í tingunum, so í øllum førum so mikið væl inni í tingunum, at tey ikki fara út við beinleiðis skeivleikum til Føroya fólk og vinnulívið í Føroyum?

Talan er ikki um, at løgmaður er fangaður á skeiva beininum onkran morgun, tá hann hevur fingið stungið eina mikrofon upp í andlitið. Nei, talan er um viðurskifti, sum Landsstýrið hevur havt meira enn 5 mánaðir til kanna í endar og kantar, umframt at tey sjálvsagt hava fingið fyrireikað seg til tíðindafundin. Vit høvdu tí allan rætt til at vænta, at Landsstýrið kom við fakta.

Eitt er, at hetta er pínligt fyri Føroyar. Eitt annað er, at í málum sum hesum fylgja útlond væl við í, hvat fyriferst. Við øðrum orðum eru aðrir áskoðarar enn bert føroyskir til hesa farsuna. Men tað versta er, at føroyskt vinnulív stendur til at missa heilt nógv – vinnulívsmaður nevndi tað “fatalar fylgjur” – samstundis sum Landsstýrið vassar longur og longur út og demonstrerar, at Tinganes í roynd og veru ikki hevur nøktandi vitan um russiska virksemið í Føroyum og at síggja til tí bara sanktionerar í blindum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir