
Føroyskir politikarar ov grammir eftir løtuvinningi
Um Bakkafrost yvir 5 ár forvinnur 12 milliardir, harav 6,5 milliardir skulu brúkast til íløgur, og politiska skipanin samstundis krevur 5 milliardir inn í skatti, so er so gott sum onki eftir til íleggjararnar. Stjórin í Bakkafrosti fýlist á, at politiska landslagið í Føroyum ikki skilir, at man ikki bara kann skatta sær so nógvan pening úr vinnuni, at javnvágin millum skatt, íløgur og vinning skeiklast so nógv, at nærum ongin vinningur er eftir.
Vit geva Regini Jacobsen orðið:
- “Tann gongdin, sum vit í Bakkafrost hava verið ígjøgnum, hevur verið drivin av, at vit hava viljað ment eina fyritøku, sum vit í Føroyum kunnu vera stolt av. Vit sum minnast 1990’ini, vit minnast eisini, at føroyingar mistu tiltrúnna til, at vit í Føroyum dugdu nakað sum helst. Føroyar fóru á heysin, onki riggaði, og vit hugsaðu um okkum sjálvi, at vit onki dugdu. Innanfyri alivinnuna var tað so, at norðmenn kláraðu seg hampiliga væl gjøgnum sína kreppu. Tey fóru ongantíð niður við høvdinum – framleiðslan hækkaði støðugt. Vit í Føroyum fóru fullkomiliga umkoll.
Í 2001-2002 fór føroyska alivinnan so eisini umkoll, og tá var tað, at vit søgdu, at vit vilja menna eina alifyritøku, sum klárar seg í alheims-kappingini, og sum vit kunnu vera stolt av. Tað er tann tilgongdin, vit hava verið ígjøgnum síðani 2005, og sum vit framvegis eru í.
Bakkafrost byrjaði sum eitt lítið felag. Pápi mín, pápabeiggi mín og eg høvdu hesa fyritøkuna, men frá 1995 byrjaði menningin, og nú verður Bakkafrost drivið av nógvum dugnaligum fólkum, og eg vil siga, at lykilin hevur verið at duga at fokusera uppá at skapa kappingarfyrimunir. Vit hava dugað at skapt støður, ið hava gjørt, at vit hava fingið fyrimunir á marknaðinum. Vit eru støðug, vit framleiða dygdargóðan laks til kappingarførar prísir, og vit hava eitt koncept, har vit kunnu levera vøruna áhaldandi. Tað, at Bakkafrost er børsskrásett, ger, at fyritøkan verður vigað hvønn einasta dag. Tað ger, at vit áhaldandi verða trýst til at levera okkara besta alla tíðina.
[…]
Lat okkum siga, at vit yvir tey næstu fimm árini ala 600.000 tons av laksi, og at vinningurin pr. kilo er 20 krónur. Tað gevur 12 milliardir. Vit hava meldað út, at vit skulu gera íløgur fyri 6,5 milliard. Av teimum 12 er tað góð helvtin. Harumframt koma vit at rinda skatt uppá einar 5 milliardir – 5 milliardir í skatti!
Íleggjararnir hjá okkum hava sett einar 30 milliardir í felagið. Teir mugu hava eitt avkast. Um ikki íleggjararnir vilja standa aftanfyri okkum, so er grundarlagið fyri okkara virksemi burtur, so tað er neyðugt, at teir fáa eitt avkast. Onkrastaðni má tað hanga saman. Tað má vera ein ávís javnvág millum íløgur, skatt og vinningsbýti.
Eg kann ikki bara økja um lániskuldina hjá fyritøkuni. Tað gongur ikki. Tí verði eg noyddur at minka um íløgurnar við hasi 1,5 milliardini, og tað er so tað, sum vit nú hava tikið avleiðingarnar av. Vit noyðast at minka um íløgurnar.”
Í seinni grein á Norðlýsinum setir Regin Jacobsen orð á, hvar og hvussu minkaðu íløgurnar fara at merkjast.