Nógv stendur uppá spæl í gamla klassikaranum
Bæði KÍ og HB hava brúk fyri sigrinum í morgin.
KÍ er í harðari kapping við NSÍ um FM 2025. Í løtuni er einki annað lið við í tí kappingini, men HB kann við sigri á KÍ nærkast, tí tá verður munurin seks stig.
KÍ hevur havt eitt gott kappingarár higartil og hevur vunnið allar dystirnar í landskappingini. Í fleiri av dystunum hevur tó staðið nógv á m.a. seinast í toppdystinum í Runavík. HB hevur havt eina misjavna byrjan og fyrr í hesum mánaðinum valdi venjarin at takka fyri seg. André Olsen bleiv settur sum fyribils venjari og afturat sær hevur hann fingið menn sum Trónd Jensen. Teit M. Gestsson og Jens Martin Knudsen, sum allir kenna størsta partin av hesum hópinum frá fyrr av. Hesir fingu eina dreymabyrjan við sigri á útivølli móti meistarunum, so tað er eitt HB-lið, sum helst er í eini munandi sterkari útgávu enn, tá KÍ fyrr í ár vann 4-0 á heimavølli. Á vegnum móti einum FM hjá KÍ, so er ein útidystur móti HB altíð millum teir torføru dystirnar at koma ígjøgnum. KÍ má vinna fyri at halda NSÍ aftanfyri seg og HB má vinna fyri at varðveita vónina um, at koma innaftur í FM-stríðið. Tí stendur sera nógv uppá spæl í morgin hjá báðum liðum.
HB-KÍ spæla fríggjadagin kl. 17.15.