Lýsing
Lýsing
Lýsing

Húsarhaldsskúlin við flagtaki

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  15.05.2025 - 20:40 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað var frá byrjan ætlanin at leggja flag á lægra takið á Húsarhaldsskúlanum

Tí eru berandi konstruktiónirnar til tekjuna gjørdar so mikið sterkar, at tær bera flagið.

Men síðani hava sparingar verið inni, har flagið kortini ikki var við. Nú fyri stuttum stóðust kortini vegir fyri, at tað alíkavæl bar til at leggja flag á.

Tað er almikið at fegnast um, tí sum kunnugt hevur bæði kappróðrarneystið og Nólsoyar Páls garðurin flag á, eisini Bakkahjallarnir – og enntá skal KG eisini hava flag á, kring tað stóra skylight´ið ella deksgluggan.

Sum kunngt vann Ósbjørn Jacobsen miðbýarkappingina millum 154 arkitektar úr øllum heiminum í 2012.

Fyri neyvari at kunna lýsa, hvussu tey ymsu byggiøkini og bygningarnir skuldu skipast, varð gjørdur ein sokallaður “Designmanualur” ella sniðgevingarhandbók.

Í hesi handbók verður m.a. sagt, at havast skal í huga undir sniðgeving av einum bygningi, at allar framsíðurnar – eisini tekjan, tí býurin sær niður yvir miðbýin, skulu verða gjørdar við ávísum sniði og tign, tí talan er also um ein miðbý.

Tí kunnu vit fegnast um, at tey, ið tekna og sniðgeva og ikki minst tey, ið lata byggja, laga seg eftir hesi løgdu byggiætlan fyri miðbýin, sum sjálvandi prýðir um, tó at hetta hevur ein ávisan kostnað við sær.

Eingin ivi er í, at flagið prýðir munandi um. Tekur tú so grøna rákið við, so eru vit aftur har – í hesum føri, væl við!

Enntá Bill Clinton, sum var í Føroyum í 2007, var hugtingin av tøkunum í Føroyum, sum høvdu gras ella flag á. Hann ætlaði sær heimaftur at fortelja um hesa Føroysku loysnina sum skilagóða har yviri eisini.

Við vissu fer onkur av framtíðar gestum okkara at leggja tilmerkis hesi serstøku tøkini – Gløgt er gestsins eyga, verður sagt.

Fyrsti spakin var settur í í miðbýnum 28.10.2014!

 – 25.08.2015 var útgravingin fyri Biskupstorgi liðug og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur saman við starvsfólkum stendur og lýtur at, áðrenn botnlagið úr beton verður lagt.

So eftir 11 árum er ein framkomin miðbýur komin upp at standa í Klaksvík, har hópin av hondum hava lyft. Tær hava í hesum tíðarskeiði lyft um 600 mill, tá ið KG er liðugt.

Tað er ómetaliga flott og Klaksvík stevnir móti eini spennandi framtíð!

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Húsarhalds­skúlin við flagtaki
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Komið øll við á Djúpumýri
Lokalur leikari gjørt nýggjan sáttmála v…
Nógv stendur uppá spæl í gamla klassikar…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Heimskendir tónleikarar vitja Varpið
Eurovision í Norð­lýsinum
Grillhugni í góðveðri­num: KBI bjóðar við…
Kappingaravlag­andi fyri NFCS, at túrar t…
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur Ársmøti…
Vikuskiftismøt­ini hjá Kirkjuliga Missión…
Lendi til íbúðarverkætlan til sølu - Dag…
Páll A. Klettskarð og Odmar Færø hava gj…
Myndarøð: Holland vann á Fraklandi
Gøtan á Kallin
Nýggjur útróðrarbátur í Klaksvík
Bøgøta stongd í samband við fótbóltsdyst
Lána pengar fyri at fíggja hallið á fígg…
Lands­royndir og próvtøl í miðdeild eru i…