Búskaparfrøðingur: At sloyfa Barentshavið kostar nógv
Roknistykkið hjá Sjúrði Skaale við einum vinningi á 3-400 milliónir krónur av at slíta fiskiveiðuavtaluna í Barentshavinum byggir á búskaparfrøðiligt møsn, sambært Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi.
Herfyri ruddaði Sjúrður Skaale forsíðuna á Sosialinum við boðskapi um, at føroyska samfelagið kann vinna 300 milliónir við at slíta fiskivinnusamstarvið í Barentshavinum og fiska svartkjaftin í egnum sjóøki. Ein útrokning, sum bleiv útgreina á ráðstevnuni og frágreiðingini “Exit Russland” hjá Sjúrða Skaale, fólkatingslimi.
Á ráðstevnuni Faroexpo vísti vinnulívsmaðurin Pól Huus Sólstein hinvegin á, at virðið á pelagiska útflutninginum kundi væntast at lækka við sløkum 400 milliónum krónum, um fiskivinnusamstarvið við russar verður slitið.
Her er altso ein munur á 800 milliónir krónur árliga. Fyri at fáa høvd og hala á stóru tølunum, ið blíva slongd gjøgnum luftina, hevur Norðlýsið spurt Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um hesi viðurskifti.
Virðisøking í alivinnuni skyldast ikki svartkjafti
Sjúrður Skaale vísir á útrokningar, har fiskivinnusamstarvið í Barentshavinum gevur eitt árligt tap fyri Føroyar á 3-400 milliónir krónur. Er tað rætt?
- Nú var eg til staðar í Løkshøll, tá hasi útroknaðu tølini blivu løgd fram, svarar Johnny. Og eg trúði heilt erligt, at Hans Ellefsen í Degi og Viku sama kvøld fullkomiliga legði hasar útrokningarnar í grøvina, tá hann í staðin vísti til útrokningarnar hjá honum og embætismannabólkinum frá í heyst. Aðrir serfrøðingar sum Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, og búskaparfrøðingurin Henning E. Joensen hava eisini alment víst á skeivleikar í útrokningini.
- Men eg síggi, at Sjúrður Skaale og onnur blíva við at sipa til hasa útrokningina, tí eigur man helst enn einaferð at staðfesta, at har er slett yvirhøvur onki búskaparfrøðiligt skil í roknistykkinum í frágreiðingini "Exit Russland". Høvuðsorsøkin til, at roknistykkið kemur fram til eitt minus á 3-400 milliónir krónur er, at man tilskrivar 40% av árligu virðisøkingini hjá Bakkafrosti til svartkjaftin. Tað er 678 milliónir krónur í 2021, sum so gevur 3,95 kr/kg av svartkjafti. Grundgevingin fyri hesi útrokning er, at áleið 40% av rávørunum í fóðurframleiðsluni hjá Havsbrún er svartkjaftur. Og tá hesar 3,95 kr verða faldaðar við teimum 82.000 tonsunum av svartkjafti blívur úrslitið 323 milliónir krónur árliga.
- Men hendan grundgevingin gevur slett onga meining og er eitt slag av Erasmus Montanus logikki. Tí tá kanst tú eins væl siga, at 100% av vatninum hjá Bakkafrosti stavar frá føroysku áunum, altso má 100% av virðisøkingini hjá Bakkafrosti svarandi til 1,7 milliard krónur í 2021 vera virðisøking av vatni. Og so kunnu vit kanska ynskja okkum meira regn, so virðisøkingin hjá Bakkafrosti gerst enn størri. So væl spælir tó klaverið ikki – heldur ikki fyri svartkjaftin.
- Tí var tað eisini av góðum grundum, at Hans Ellefsen í Degi og Viku helt fast um tí upprunaligu greiningina, har avreiðingarvirðini blivu samanborin, tá hetta er frægasti mátistokkur fyri virðisøkingina í veiðiliðnum. Avreiðingarvirðið úr Barentshavinum vóru 86 milliónir krónur størri enn uppsjóvarskipini høvdu kunna økt síni avreiðingarvirðir við kvotunum, ið vóru latin Russlandi í býti í 2021. Altso pluss 86 milliónir krónur og ikki minus 3-400 milliónir sum í roknistykkinum hjá Sjúrða Skaale, greiðir Johnny í Grótinum frá.
Slíta vit í Barentshavinum, missa vit marknaðaratgongd
Pól Huus Sólstein vísir á, at árliga pelagiska útflutningsvirðið kann minka við áleið 370 milliónum, um vit slíta fiskivinnusamstarvið. Hava útgreiningarnar higartil tikið hædd fyri hesum avleiðingunum?
- Nei, so vítt eg havi skilt greiningina, sum embætismannabólkurin gjørdi í heyst, bleiv tað ikki tikið hædd fyri hesum. Hinvegin tykist nýggja frágreiðingin hjá embætismannabólkinum nú at taka hædd fyri millum annað hesum møguleika í sínum ymisku framlitum (scenarium).
- Í framløgu síni grundgevur Pól Huus fyri sínum roknistykki við at vísa á, at um fiskiveiðuavtalan verður uppsøgd er sannlíka avleiðingin, at allur samhandil við Russland heldur uppat. Vit selja framvegis nógv størsta partin av veiddu sildini og makrelinum til eysturevropeisku londini, herundir Russland. Sum fiskaseljari metir Pól Huus, at økta útboðið av hesum fiskasløgum á færri marknaðum vil trýsta prísin niður við áleið 1,50 kr/kg. Hendan meting er sjálvandi heft við stórari óvissu, men búskaparfrøðiliga gevur tað meining, at økt útboð við óbroyttum eftirspurningi vil trýsta prísin niður.
- Sæð úr einum samfelagsbúskaparligum horni er tað viðkomandi at taka hædd fyri samspælinum millum ymsu møguligu átøkini, ið ætlanin er at fremja. Tað gevur soleiðis meining at leggja tær 370 milliónirnar aftrat teimum 86 milliónum krónunum í lægri avreiðingarvirði uttan fiskiveiðuavtalu, soleiðis at samlaði kostnaðurin máldur í taptari virðisøking í veiðiliðnum er áleið 450 milliónir krónur. Hetta svarar til 2% av BTÚ í Føroyum.
Er niðurstøðan, at tað fer at kosta samfelagnum heilt stórar upphæddir, um fiskivinnusamstarvið í Barentshavinum verður slitið?
- Ja, hóast metingin av príslækkingini á sildi og makreli er sera óviss, tá umræður støddina, so er lítil ivi um, at tað vildi fingið neiligar avleiðingar fyri útflutningsprísirnar fyri hesar vørur, um marknaðurin verður munandi avmarkaður. Og boðskapurin frá embætismannabólkinum í fjørheyst heldur framvegis, at tað fer at kosta heilt stórar upphæddir.
- Fleiri hava víst á vandan fyri, at tað kann fáa neiligar avleiðingar fyri annan útflutning, um fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum heldur áfram. Men higartil eru ongar ítøkiligar ábendingar komnar um, at tað er soleiðis. Tvørturímóti hava hinar stóru útflutningsfyritøkurnar higartil avvíst, at tey merkja nakrar neiligar avleiðingar fyri umdømi Føroya. Vert er eisini at hava í hyggju, at veiddi fiskurin úr Barentshavinum stórt sæð allur endar í Stórabretlandi, sum er ein av ídnastu NATO stuðlunum hjá Ukraina í krígnum móti Russlandi.