Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tríggir formenn fyri høvuðstaðarflokkar

Landsstýrið fiskar stemmur í miðstaðarøkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.06.2023 - 09:51 Leiðarin Politikkur Vinna

Orrusturnar vit hava sæð seinastu tíðina kunnu sporast beinleiðis til blokkpolitikkin vit hava fingið seinastu árini

 

(Leiðari úr blaðnum)

 

Landsstýrið hevur lagt seg út við vinnuna, bæði alivinnuna við øktum tøkugjaldi og fiskivinnuna við øktum tilfeingisgjaldi og eisini øktum sanktiónum í mun til Russland. Vit hava eina vinnufíggindaliga samgongu – og tað er púra tilætlað!

 

Tí!

 

Við tí eina valdøminum har fólkaræði javnt og savnt flytir til miðstaðin, tí fleiri og fleiri menniskju búsetast har í mun til útjaðarin, ja so eru flest atkvøður at fáa í Kontórshavn og hvar dyrgir man so?

 

Aksel V. Johannesen er formaður í Javnaðarflokkinum og tá hann forkastaði samstarvi við Fólkaflokkin fyri árum síðan, so skapti hann blokkpolitikkin vit eru vitni til í dag. Tað er hendan konfliktlinjan, sum hevur verið mest eyðsýnd í Føroyskum politikki seinastu árini. Konfliktlinjan ber serliga brá av vinnu kontra fyrisiting og konservatismu kontra humanismu. 

 

Vit síggja at vit hava fingið tríggjar miðstaðarflokkar og tríggjar útjaðarflokkar. Miðstaðarflokkarnir eru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ímeðan útjaðaraflokkarnir eru Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin.

 

Tað hevur víst seg, at flokkarnir hava skipað seg í tveir bólkar (miðstað og útjaðara), sum hava verið ávíkavist samgonga og andstøða síðani. Penduli er skift á hvørjum valskeiði higartil og hetta hevur elvt til at vit hava fingið ein Takk fyri seinast-politikk, til miklan ampa fyri serliga vinnulívið.

 

Kampurin sæst ikki einans í løgtinginum, men eisini á sosialu miðlunum har facebook-hermenn og hatarar á hvør sínari síðu berjast skrivliga dag og dagliga, ella rættari sagt minutt og sekundliga.

 

Veljarakanningar hava givið sitandi samgongu píl niður og andstøðuni píl upp, so tí kann væntast at gongdin heldur fram.  Hesaferð eru tó røddir frammi, sum siga, at tað er væl hugsandi at Tjóðveldi verður skift út við Sambandsflokkin í heyst og tískil verður gongdin seinastu árini brotin – livst so spyrst

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnaðar­flokku­rin: Sjálvstøðug og javnse…
Hetta sigur Odmar Færø um skaðan
Vit skulu hugsa um javnstøðu í breiðari…
Vit mugu taka handverkara­útbúgv­ingar í á…
PUTIN ella AYATOLLAH?
Ferð á grøna orkuskiftið við Fólka­flokki…
Fiski­vinnu­politikku­rin hevur kostað 100-…
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Heimsins frælsasta fólk í heimsins besta…
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum