
- Tað er einki nýtt at kavbátar eru við Føroyar
Nú tað gjørdist so viðkomandi, at kavbátar eru í havøkinum kring Føroyar, rennur mær í huga um ein kavbát, sum var við Føroyar, men sum eingin veit um alment
Tað eru nógv ár síðan at eitt Sovjetiskt skip, sum bar navnið MICHAEL KRUPSKI, søkti um at koma á vitjan í Tórshavn.
Hóast skipið var skrásett sum eitt skip ið fekst við oceanografi, so var skipið manna við fólki úr Sovjetiska herflotanum. Allir bóru herflotabúna. Skipið hevði ikki herflotalit, men var hvítt og eingi vápn vóru at síggja. Eitt vakurt skip um 9.000 tons til støddar. 178 mans mannaðu skipið.
Tað er soleiðis, at tá id eitt herskip vil koma í havn í fremmandum landi, so skal tað søkja um hetta í góðari tíð.
Men tað eru trý dømir um, at herskip søkja um at vitja í fremmandari havn. Tey kunnu vera boðin higar, tey kunnu hava brúk fyri veitingum, ella fyri kanska at vísa gott vinalag landana millum.
Í hesum føri, var stovnað eitt felag í Føroyum sum bar navnið ”VINARFELAGID FØROYAR SOVJET”. Helst var tað hetta felag teir serliga hugsaðu um á hesi vitjan.
Um hetta mundi, var eg skipari á einum skipi hjá donsku verjuni við Føroyar. Og tá ið útlendsk herskip vitjar, verður altíð ein yvirmaður útnevndur til forbindelsesofficer (liaison officer), og tað fall so í mín lut í hesum føri.
Skipið kom á Havnina og var liggjandi í nakrar dagar. Hetta var seinast í apríl manað.
Eg fór umborð og heilsaði teimum og bjóðaði teimum vælkomnum til Føroyar. Eg var umborð hvønn dag teir lógu her, og teir vóru bædi blíðir og vinaligir. Vit høvdu góð prát um mangt og hvat.
At skipið hevði ein kavbát í fylgi við, var einki sagt um, men eg visti tað. Hesin helt seg í frástøðu frá landi og var ikki áhugadur í at verda sæddur. Og kavbátar hava tað við at verda undir vatnskorpuni fyri ikki at síggjast við berum eygum, og um teir eru omaná, so eru teir ikki so lættir at fáa eyga á, tí teir liggja tungt í sjónum og hava myrkan lit.
Vinarfelagið, sum eg nevndi, bjóðaði manningini út á læraraskúlan til ein fyrilestur um Føroyar. Formaðurin í vinarfelagnum var rektarin á Føroya Læraraskúla Andrias Højgaard.
Eg hevði góðan hug at verða við til hendan fyrilestur, so eg beyð mær til at koyra manningina út á læraraskúlan í bili hjá Færøernes Kommando.
Men teir takkaðu nei. Teir kundu ikki koyra í einum bili, sum hoyrdu til Færøernes Kommando.
Men stutt áðrenn hesin fyrilestur skuldi verda, var eg uppringdur og biðin um at fylgja manningini út á Frælsi. Teir kendu ikki vegin. Hetta gjørdi eg fegin, so slapp eg eisini við til fyrilesturin.
Tá id liðugt var við fyrilestrinum, sum var áhugaverdur, fekk stjóri læraraskúlans okkurt minni frá politiska officerinum á skipinum.
Hann var ikki nevndur nakrastaðni, men vit vistu hvør hann var. Andre Niclasen tolkaði allan fyrilesturin.
Eftir at hava ligið á Havnini nakrar dagar, fór skipið suður eftir. Teir skuldu til Angola í Afrika, har Sovjet var nógv til staðar um tað mundi.
Hálvt ár seinni, í novembur sama ár, kom MICHAEL KRUPSKI aftur norður eftir, og søkti aftur um at koma í havn í Tórshavn á vitjan.
Men hetta hálva árið, hevði havt nógvar broytingar við sær. Sovjetiski herurin var farin inn í Afganistan og lagt seg uppí vápnaða stríði har.
Skipið fekk tí eina kalda móttøku nú. Teir fingu at vita, at teir sluppu ikki at leggja til kaj, men kundu ankra upp í Nólsoyarfirði og sluppu ikki at liggja meira enn 24 tímar, men skuldu so fara úr føroyskum sjógvøki.
Aftur var eg LIAISON OFFICER og fór umborð, tá ið skipið hevði ankrað upp.
Eftir at hava heilsað uppá yvirmennirnar á dekkinum, var eg fylgdur inn til ovasta leiðaran fyri allan túrin. Hann var eldri maður og hevði tign av kommandøri. Eg spurdi hvussu gingist hevði, og hann lat væl at og tó segði hann. Í morgun tá ið vit komu inn móti landi sunnanfyri, kom eitt skip okkum so nær, at vit óttast fyri samanstoyti. Ná, men eg spurdi um teir sóðu hvat skip tað var. Jú teir høvdu sæð nummari, sum stóð á skipinum.
Eg visti at hetta var eitt skip hjá donsku verjuni, men segði ikki nakað um tað. Eg visti eisini hví hetta danska marinuskipid sigldi so nær russaranum.
Eina løtu sótu vit mest sum bara og hugdu uppá hvønn annan. Eg eri vissur í, at hann hugsadi um, um eg visti at teir eisini nú høvdu ein kavbát í fylgi.
Men brádliga segði hann, at hasin kavbáturin, sum fylgdi við okkum, var ein partur av okkara OCEANOGRAFI kanningum. Ná, eg lat sum eg var ovfarin at fáa hesar upplýsingar, hóast eg visti um alt.
MICHAEL KRUPSKI lá 24 tímar í Nólsoyarfirði og fekk so boð um at fara úr føroyskum havøki. Tað gjørdi hann eisini.
Hetta er nú søga, men eg helt hetta vera áhugavert í hesum tíðum. Tað er einki nýtt at kavbátar eru við Føroyar.
J.K. Høgnesen