Lýsing
Lýsing
Lýsing
Niðurstøðan kann væl ikki vera onnur enn tann, at Høgni Hoydal tekur seg út sum veikur í hesum málinum. Ongin virðir hansara kunngerð. | Mynd: kvf.fo

Kunngerðin ongan týdning?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.07.2023 - 13:19 Leiðarin Mentan Politikkur

Tað var margháttligt at fylgja við í gjár, tá John Paul de Joria slapp at sigla gjøgnum Djúpini og suður á Nólsoyarfjørð, hóast Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í kunngerð hevur sett skipinum forboð fyri at koma inn um 12 fjórðingar. Løgreglan legði ikki uppí, og tað gjørdi sjóverjan heldur ikki, hóast herskipið Hvidbjørnen var í nánd

 

 

Tað er tí greitt, at felagsskapurin hjá Paul Watson onki leggur í kunngerðina um innferðarbann til Føroya. Og eftir fútanum at døma verður kunngerðin heldur ikki tikin í serliga stórum álvara av løgregluni.  Advokatar hava verið í útvarpinum og sagt, at tað er ivasamt, um kunngerðin er innanfyri tað heimilaða, og at revsingin í mesta lagi kann vera ein bót.

Hetta merkir uttan iva, at tá grindaboð aftur verða rópt, so kunnu vit rokna við at síggja John Paul de Joria aftur.

Tí tann ómetaliga veika, nærmast heilt fráverandi, føroyska reaktiónin uppá, at Paul Watson breyt eina føroyska kunngerð og stevndi móti grindavágni í Sandagerði, fær hann uttan iva til at tevja blóð. Teir eru nú slopnir at bróta eina føroyska kunngerð, uttan at nakar forðaði teimum, og eftirspælið – um nakað verður yvirhøvur – verður eisini lint. Í besta føri ein bót, sum beinanvegin verður “forwardað” til ein av mongu millióninga-sponsorunum hjá Watson.

Í gjár feilaðu okkara myndugleikar og framstillaðu okkara veikleikar. Føroyar høvdu ikki rygg til at seta handling aftanfyri orðini í kunngerðini, og tað fer Paul Watson heilt víst at útnytta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…