Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v.: Lone og Lydia | Mynd: Jóhann Lützen

Lydia og Lone haft brævasamband í 60 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.07.2023 - 14:53 Mentan Tíðindi

Lydia og Lone vitjaðu okkum ā Norðlýsinum. Tær báðar eru trímenningar og hava skrivað brøv og sent myndir í 60 ár.



 


Lone er ommudóttir Malene Lydersen f 1902 av Viðareiði, dóttir Lýður og Lauru Lydersen.
Tey vóru seks systkin, Elsa, Sigga, Malena,  Petra, Jógvan Edvard, abbi Lydiu, og Ludvig (Luddi).
Malena fór ung  av Viðareiði til Danmarkar at tæna og bleiv gift við Anders. Tey fingu eina dóttir, ið kallaðist Sonja, sum er mamma Lone.


Lydia greiðir frá, hvussu tað bar til, at tær fóru at skriva saman.

Í ár eru 60 ár liðin síðan Christiankirkjan var vígd, Eg minnist væl tann dagin 7. juli í 1963. Eg var 8 ár tá, og pápi var  borgarstjóri. Kongaskipið var á veg til Klaksvíkar, og mamma og pápi pyntaðu seg í stívasta puss. Tey skuldu út á kaiina, har pápi skuldi heilsa kongi við einari stuttari talu, og tær tríggjar prinsessurnar komu eisini við. Hetta hildu vit døtrar vera so spennandi. Men líka áðrenn tey fóru, frætta tey, at Sonja, systkinabarn mammu, er deyð bert 36ára gomul. Mamma bleiv so kedd, so tað merkti løtuna, og er tað tað, eg minnist  mest.

Summarið eftir fara tey til Danmarkar at vitja tey. Lone er tá komin at búgva hjá ommu og abbanum. Tá halda tey, at tað hevði verið gott, um vit báðar komu at skriva saman,so hon fekk samband við familjuna í Føroyum.


Soleiðis byrjaði tað. Egkendi hana slett ikki, bara sæð onkra fitta mynd og hevði ikki  skrivað nakað bræv fyrr. Eg minnist væl ta løtuna, tá ið fyrsta brævið var skrivað. Noomi sála, dóttir Karl og Másu, var inni hjá okkum,  og hon gekk ein klassa eldri enn, so hon hjálpti mær at byrja….kære Lone nu vil jeg gerne skrive dig et brev…..

Ja, sovar fyrsta brævið klárt at senda til Danmarkar, og ikki vardi leingi, til Harry í Vági kom inn á gólvið, sum postmenninir gjørdi tá, við brævi til mín. Hetta helt eg var stuttligt.

Vit hava verið sera glaðar fyri hetta sambandið mamma og omma hennara fingu í lag. Hon hevur fingið gott tilknýti til Føroyar og okkara felags ættarbond, at kenna familju, sum hon ikki hevði nógv av í Danmark.


Vit hava fylgst ígjøgnum lívið við hondskrivaðum brøvum, skrivað sum børn, tannáringar, ungdómar, mammur. Vit fingu báðar 4 børn, eisini fylgt teimum og sent myndir, ja um lívið og okkara dagligdag upp gjøgnum árini. Felagsintressa okkara er kórsangur. Vit hava báðar sungið í kóri síðan 1974. Eg havið goymt tey flestu brøvini, so nú eru hennara brøv, hennar søga hjá eftirkomarunum.

Tíðir broytast og tað nógv. Nú vera ikki nógv brøv send handskrivað við postinum og kanska við eini mynd í, sum verður varveitt. Okkara brøv eru nú eisini mailar, men eg hugsi, hvussu fátæksligt tað er hjá komandi ættaliðum, tá einki liggur eftir av brøvum og myndum, tí alt var í teldu og kanska bleiv vekk.

Vit eiga hundraðára brøv frá ommu míni Lenu. Henni dámdi eisini at skriva brøv. Hon sat við urbyrginum í Árnafirði og skrivar brøv til eina gentu í Keypmannahavn. Í Árnafirði er kanska ikki so nógv at reypa um, men sorg og saknur, tí hon hevði mist fleiri av sínum. Men áhugað at hoyra frá hvussu onnur livdu. Gentan í Keypmannahavn kom úr heimi við klaveri, og tá tey ferðaðust, búðu tey á hotelli. Omma skrivar um, at hon droymir um at koma at síggja, hvussu alt er har, og hin svarar,  at her er so nógvur gangur frá sporvognum og roykur, so hon  droymir um Føroyar og tey høgu fjøllini….Hetta er gull vert fyri meg at lesa um ommu, vøkur skrivað brøv, ikki merkist at tað eru 100 ár.


Vit er báðar samdar um, at du må skrive brev for at få brev, og at einki var sum at fáa eitt handskrivað bræv við postinum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024
- Høvdu hesir veggirnir kunnað talað
Jóla­heilsan frá Hav Saga
Jóla­heilsan frá Bourbon Topaz