Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ syrgdi sjálvt fyri at stroyma og siga frá søguliga sigrinum

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  19.07.2023 - 23:14 Ítrottur Tíðindi

Hjartans tøkk til KÍ fyri, at felagið tók sakina í egnar hendur og skipaði fyri, at vit her heima á klettunum kundu bæði síggja og hoyra kvalifiseraða frásøgn frá Champions League dystinum millum Ferencváros og KÍ, sum tá av tornaði gjørdist ein søguligur varði.

Regin Sivertsen og Jóan Pauli Jacobsen vóru ein sera væluppløgd duo av frásøgumanni og viðmerkjara til hendan dystin. Teir komu sera væl frá uppgávuni og stóðu als einki aftan fyri teir og tey, sum vit vanliga hoyra siga frá dystum her heima.

Ein ikki so lítil fyrimunur hjá Regini og Jóan Paula er, at teir sjálvsagt eru serliga væl inni í viðurskiftunum í og kring KÍ, og tí var tað sera áhugavert og spennandi at hoyra teirra frásagnir og viðmerkingar.

Og oman á alt so hendi tað óvæntaða og fantastiska, at KÍ vann henda sera trupla útidystin í Champions League, sum var ímóti júst tí størsta og á pappírinum sterkasta liðnum. Ein søguligur sigur til KÍ, sum hetta mikukvøldið í juli 2023 fer kring heimin í miðlunum sum ein sensatón at teimum heilt stóru.

Hjartaliga tillukku, KÍ – og takk fyri, at tit sjálvir syrgdu fyri, at vit her heima kundu síggja og uppliva henda søguliga sigurin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda