Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kontrastin sera sjónlig í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.08.2023 - 15:25 Leiðarin Politikkur Vinna

Í dag síggja vit eitt púra skrallað havnarlag í Runavík sum úrslit av vinnupolitikkinum hjá sitandi samgongu. Samstundis lesa vit, at landsstýrisfólk og aðalstjórar í Tinganesi, sum tjena einar 20.000 krónur hvørja viku, skulu gjalda 35 krónur fyri døgurða frá Hafnia, væl minni enn miðnámsskúlanæmingar mugu av við fyri bollar í karry.

 

Tann vinnupolitikkurin, sum teir tríggir samgonguflokkarnir hava sett út í kortið, var sera sjónligur í dag, tá Runavíkar Havn – sum vanliga osar av aktiviteti – var púra skrallað fyri skip. Tann langi bryggjukanturin í Runavík var púra oyðin, sum sæst á myndini, sum Magnus Rasmussen hevur sent Norðlýsinum. Eitt beinleiðis úrslit av, at Eysturoyggin ongan góðan eigur í samgonguni.

Sama dag, í dag, lesa vit, at landsstýrisfólkini sjálvi avgjørt ikki ætla sær at spenna lívreimina inn. Tí til tey í Tinganesi er bert tað besta nóg gott. Tey hava nevniliga fingið 4-stjørnaða Hotel Hafnia til at taka sær av matstovuni í Tinganesi. Og persónliga skulu tey ikki gjalda fyri nógv meira enn serviettarnar. Einans tríatifimm krónur per kuvert.

Hóast landsstýrismenn og aðalstjórar hvønn mánað fáa millum 70.000 og 80.000 krónur inn á konto, og ongar útreiðslur hava til teldur, telefonir, ferðing o.s.fr., ja, so skulu tey einans gjalda 35 krónur fyri hotelldøgurðan úti í Tinganesi. Ein upphædd, sum er væl lægri, enn hvat eitt nú næmingar á Glasi skulu rinda fyri sínar alt annað enn 4-stjørnaðu kantinudøgurðar.

Bert ein eygleiðing hendan fríggjadagin í august, tá munurin millum at vera inni í hitanum hjá samgonguni og úti í kuldanum hjá øllum øðrum, var eyka sjónligur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum