Lýsing
Lýsing
Lýsing
Úrslitið av eina valdøminum hevur aldrin verið sjónligari

Samgongan brennur brýr og byggir múrar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.08.2023 - 20:07 Leiðarin Politikkur

Í 2013 valdi ES eftir trýst úr Skotlandi at lata sínar havnir aftur fyri føroyingum. Tað var tá, at føroyingar veruliga vórðu sendir í føvningin á Russlandi, sum læt upp, tá ES læt aftur. Danmark vísti seg at vera meira loyalt móti Bruxelles enn ímóti sínum egna landi í ríkisfelagsskapinum. Og tá vóru enntá røddir í Føroyum,  ið vardu donsku avgerðina og bóru í bøtuflaka fyri havnarstongsulin

 

 

Síðani ársbyrjan í ár er komið eitt stórt trýst úr Danmark, ES og NATO um at steingja føroyskar havnir fyri russiskum skipum. Lokkað hevur verið við eini betri handilsavtalu við ES. Og Føroyar hava aktað, við tí úrsliti, at nógv minni virksemi er í Føroyum. Norðmenn hava í stóran mun fingið arbeiðini í staðin, tí har eru 3 havnir framvegis opnar fyri russum, og tað stendur ikki á at fáa undantaksloyvir til skipasmíð, proviantering v.m. Eisini umskipa russar nógv á opnum havi í staðin fyri í landi í Føroyum.

Men hóast vit av m.a. fólkatingslimum eru vorðin lokkað við eini betri avtalu við ES, so er onki sum helst hent á hesum øki. Avtalurnar við ES eru tær somu sum áður, samstundis sum brýr til Russlands eru brendar. Føroyar hava sostatt onki vunnið, einans mist. Formaðurin í donskum stjórnarflokki hevur opið og alment sagt, at “Jeg er fuldstændig ligeglad med de fiskeriaftaler”. Og er ein líkasælur við fiskiveiðuavtaluna, so vigar tað sjálvsagt heldur ikki tungt at hjálpa okkum við nøkrum at seta í staðin fyri.

Nú er vandi fyri, at Russland sum mótsvar letur vera við at endurnýggja fiskiveiðuavtaluna við Føroyar. Hendir tað, hevur samgongan effektivt brent ta brúnna, sum varð bygd, tá ES við donskum vælsignilsi stongdi okkum úti. Velur ES einaferð afturat at steingja sínar havnir fyri føroyskum skipum – og tað kann lættliga henda – so standa vit pen uttan atgongd til hvørki ES-marknaðin ella russiska marknaðin. Tá hava vit málað okkum inn í ein krók og múrað krókin inni.

Vit, Føroya fólk, eru drigin upp á tráð við gyltum lyftum um góðar avtalur við ES, ið skulu kompensera fyri mistu inntøkurnar av russiska virkseminum í Føroyum. Og við at dansa eftir teirra pípu hava vit sent virksemið og inntøkurnar til Noregs, sum kann flenna allan vegin í bankan.

Tær brýr, ið vórðu bygdar í 1977 av Atla Dam, sála, og í 2013 av Jacob Vestergaard, er sitandi samgonga í fullari ferð við at brenna. Samgongan skilir ikki, hvussu leingi tað tekur at byggja tílíkar brýr. Sjálv hevur hon í øllum førum onga nýggja brúgv bygt at seta í staðin fyri ta til Russlands.

Tá ið kríggið eina ferð – vónandi skjótt – er av, so kunnu vit standa prísgivin. Uttan nakra avtalu við Russland, sum tá hevur vant seg við at samstarva um uppgávurnar við Noreg í staðin og heldur fram við tí har. Og av tí sama kanska við eini verri avtalu við ES, tí ES fær sjálvsagt nógv lættari spæl, tá Føroyar ikki hava aðrar marknaðir av týdningi at fara til.

Hendir tað, hevur samgongan múrað Føroyar inni saman við ES, sum áður týðiliga hevur víst í verki, at tey ongar skruplur hava við at útihýsa okkum fyri eitt gott orð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…