Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tórmóður er dugnaligur, umhugsin og trúgvur móti sínum serstaka stíli. | Mynd: Dávur Winther

Tórmóður í Smiðjuni í Lítluvík

SKRIVAÐ: og myndir: Dávur Winther  |  02.09.2023 - 09:51 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár lat upp forvitnislig framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har Tórmóður Djurhuus sýnir fram 10 beinraknar málningar. Eisini sýnir hann hegnisliga kynstur sítt, hvussu hann prýðir ein upptrekkjara – eins og vanligt er við grindaknívum til prýðis.

Jú, tú spyr kanska, sum onkur annar hevði spurt abban, Tórmóður Djurhuus, ið vit kenna sum løgfrøðing: ”Ert tú farin at mála”?

Nei, hesin ungi er abbasonur Tórmóð – sonur Hákun Djurhuus. Hann hevur sítt dagliga yrki sum tannteknikari og málar sera framkomið við sínum egna stíli í frítíðini.

Ein bjørt framsýning við greiðum skapum og neyvum kontratum í litsamansetingini við einum ljóst gráum grundtóna. Síðani spæla aðrir hvassir litir upp ímóti.

Tó at listin fer yvir í tað abstrakta, kanst tú ikki lata vera við at síggja landsløg, húsaskap, fólk og bygdaløg.

Ein annarleiðis framsýning – sera áhugaverd! Tórmóður er dugnaligur, umhugsin og trúgvur móti sínum serstaka stíli. Hetta er heilt vist ein listamaður, sum vit fara at síggja nógva spennandi og kveikjandi list frá.

Takk fyri eina frálíka framsýning!

Framsýningin er bert opin fram til komandi mikudag, so tú mást skunda tær!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…