Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

 Íløgur við skili

SKRIVAÐ: Zakarias Wang  |  10.09.2023 - 08:05 Lesarabrøv Tíðindi

 

 


Okkara fyrsti landsverkstjóri Mikkjal Helmsdal var ein skilamaður. Tá norðmenn um 1980 fóru at gera undirsjóvartunlar bað hann Heina Olsen um at tekna undirsjóvartunlar til allar oyggjar í Føroyum. Hansara meting var, at hetta var ein góð íløga, tí raksturin av øðrum flutningsloysnum er alt ov dýrur og veitir ikki nóg góða tænastu.

Hendan meting er røtt, sum okkara royndir hava víst.

Tíverri hava vit ikki í nóg stóran mun fylgt ráðum Mikkjals. 

Tá vit settu okkum fyri at gera tunnilin til Sandoynna lupu vit Hestoynna um. Tí røkta vit farleiðina við hesa oyggj á annan hátt, sum er dýrur og vánaligur. 

Nú skal suðurleiðin gerast. Eftir tí Dimmalætting visti at siga 1. september 2023 er alt greitt til at gera ein 22 kilometra langan tunnil av Skarvanesi til Sandvíkar. Ongar tekniskar forðingar eru fyri hesum.

Men er tað klókt?

Onga staðni í heiminum er nakar undirsjóvartunnil longri enn 12 kilometrar gjørdur. Tað er við atliti til trygdina. 

Er nakar alternativur møguleiki fyri suðurleiðina?

Tað er komið fram, at tað er tekniskt møguligt at gera eina byrging millum Skarvanes og Skúvoy og haðani ein átta kilometra tunnil til Stóru Dímun og haðani ein ellivu kilometra tunnil til Sandvíkar. Hesir báðir tunlarnir eru tilsamans tríggjar kilometrar stytri enn uppskotið í Dimmu 1. september. Grótið kann nýtast til byrgingina. Arbeiðið kann gerast skjótari enn við at gera ein tunnil, tí her ber til at byrja í fýra arbeiðsplássum í senn í staðín fyri í tveimum, og einki forðar eini samtøku av føroyskum byggifyritøkum at avgreiða hesar smærri verkætlanirnar.

Størsti fyrimunurin við hesi loysn er tíðin. Minkar hon frá átta árum niður í helvt, spara vit útreiðslurnar av verandi farleið í fýra ár. Her er talan um tvær hundrað spardar milliónir um árið. Men tann stóra sparingin kemur tá suðurleiðin er liðug. Raksturin av henni verður bert ein brotpartur av tí sum verandi farleið kostar, og munurin í tænastustøðinum verður sum á degi og nátt. Heilt ræðandi er, at hveppa vit okkum so nógv við at koma í gongd, at vit noyðast at fáa nýtt skip fyri Smyril, verður kostnaðurin av hesum fari meir enn ein milliard. 

Serliga stórur verður vinningurin av at vit sleppa frá at røkja skipa- og tyrlusambandið við Skúvoy og Dímun, sum frá at vera útoyggjar koma at vera mitt í verðini. 

Hví velja skeivar íløgur tá vit kunnu fáa so nógvan vinning av at velja við skili?

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Vín og føroyskur matur í søguríka Biskup…
Dansivetu­rin byrjar
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Friður á pallinum: Nú er Selsdon klárur
Miðnám á Kambsdali: Almenn móttøka 20. o…
Føroyingar fyri friði fegnast um friðara…
Nýggjur KÍ sangur
Aftur tepurt tap
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Er bilurin klárur til veturin!
Í heyst­fríðtíð­ini er svimji­høllin meira…
Framløga og frásøgn í Smæruni
Seinastu israelsku gíslarnir leysir – vó…
- Sansið, nertið og følið lívið
Bókasavnið í heyst­frítíðini
Lýsing