Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað er vandi á ferð 

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  18.09.2023 - 21:11 Politikkur Tíðindaskriv

Bilarnir eru vorðnir størri og fleiri seinastu árini og fylla nærum alla býarmyndina. Hvussu kann bleyta og harða ferðslan liva meira í samljóði við hvørt annað, og hvussu geva vit børnunum størri rásarúm og tryggleika í Klaksvík?

 

 

 

Í dag var eitt mál fyri í Heilsunevndini hjá Klaksvíkar Býráð um “trygd og trivnað”. Orsøkin er, at fleiri grannaløg kenna seg køvd av vaksandi og skjótt koyrandi ferðsluni. Lat meg undirstrika, at trupulleikin er ikki bilførarin í sær sjávum. Men býarskipanarliga hava vit innrættað Klaksvík soleiðis at bilar kunnu koyra skjótt og ómakaleyst úr einum enda í annan. Borgarin verður ikki spurdur, og býurin verður gjørdur til eina tekniska avbjóðing, har meira asfalt og betong ofta er loysnin. Bilbýurin Klaksvík kostar nógvar skattakrónir og hevur eisini høgt co2 útlát og neiliga ávirkan á heilsu og trivnað. Hvussu skjótt vit loyva bilum at koyra, og hvussu breiðar vegir og gongurbreytir vit ynskja eru politiskir spurningar, sum ikki hava nakað einfalt svar. Onkuntíð er neyðugt at ignorera verkfrøðiligar mannagongdir og ístaðin lurta væl eftir ynskjum frá borgarum og grannaløgum. 

 

Sjálv ynski eg at vit fara niður í ferð og møguliga seta hámarksferðina niður á 30 km um tíman stórt sæð allastaðni í Klaksvík. Vit kunnu skelta og byggja vegbungur, men uppaftur betri er, at vit miðvíst smalka vegirnar og vit gera breiðari gongubreytir við fleiri trøum og benkrum. Ongin ynskir at búgva við ein vandamiklan veg, og stundin er komin, at vit taka borgarakanningina í álvara og varpa ljós á trygd og trivnað her í býnum. Lat okkum taka eitt øki fyri og annað eftir, lýsa tørvin og samstarva við borgararnar fram ímóti skilagóðum loysnum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing