Lýsing
Lýsing
Lýsing
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greiðir frá, hvussu nýggju tøkugjøldini eggja til at selja heilan laks heldur enn portiónsframleiðslu. | Mynd: Tróndur Dalsgarð (Føroya Tele) tók myndina.

Portiónsframleiðsla í vanda, tí Høgni Hoydal onki ger

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.09.2023 - 09:00 Tíðindi Vinna

Bakkafrost ætlar at niðurleggja portiónsframleiðsluna á Glyvrum, tí nýggja skipanin við tøkugjøldum oyðileggur kappingarførið hjá framleiðsluvirkinum. Sambært búskaparfrøðingi er ikki talan um bluff men um veruliga skeiklan av nýggju tøkugjøldunum.

Sambært alirisanum er orsøkin, at nýggja skipanin við progressivum tøkugjøldum knýtt at laksaprísinum á spottmarknaðinum ger portiónsframleiðsluna ov váðafulla fyri Bakkafrost, sum tí ikki er kappingarfør longur.

Í Noregi hava myndugleikarnir tillaga skattaskipanina, soleiðis at hædd verður tikið fyri hesi avbjóðing. Í Føroyum hevur Høgni Hoydal á almennum fundi lovað eisini at tillaga føroysku tøkugjøldini, men enn er onki hent.

Nýggju tøkugjøldini eggja til at selja heilan laks

Men bluffar Bakkafrost ella hava teir eina veruliga avbjóðing? Norðlýsið hevur sett Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi hendan spurning.

“Á ráðstevnu hjá Búskaparráðnum í mars vístu norsku serfrøðingarnar á vandan við okkara skipan við tøkugjøldum í mun til teirra yvirskotsgrundaðu skipan, at tað kann eggja til atferð, sum ikki er samfelagsbúskaparliga optimal. Og hetta er dømi um júst tað.

Heilt ítøkiliga er váðin hesin: Bakkafrost má nú í september/oktober gera sølusáttmálar fyri portiónsframleiðsluna í 2024, men fyritøkan veit ikki enn, hvat tøkugjaldið verður. Hetta tí tøkugjaldið í 2024 verður ásett við støði í spottprísinum tá í 2024, óansæð hvat Bakkafrost hevur selt portiónirnar fyri í sølusáttmála nú.

Eitt hugsað dømi kann lýsa trupulleikan. Sambært Fish Pool er væntaði laksaprísurin í 2024 er 62 krónur/kg í okkara gjaldoyra, og so vil væntaða tøkugjaldið vera 10% av søluprísinum ella 6,20 krónur/kg. Um vit hugsað okkum, at miðalprísurin fyri alt árið á 62 krónur/kg kemur í lag við einum miðal spottprísi á 82 krónur/kg fyrra hálvár og 42 krónur/kg seinna hálvár. Tá gerst tøkugjaldið hægri við nýggja progressiva stiganum fyri alt árið. Tí tá vil tøkugjaldið verða 20% fyrra hálvár svarandi til 17 kr/kg, og 2,5% seinna hálvár svarandi til 1 kr/kg. Miðal tøkugjaldið verður tá 9 kr/kg ella 14,5% av 62 kr/kg. Sostatt má Bakkafrost tá leggja 2,80 krónur/kg aftrat í váðaískoyti í sølusáttmálunum í mun til at selja laksin heilan.

Heilur laksur verður vanliga ikki seldur í sølusáttmálum men beinleiðis á spottmarknaðinum. Tí eggjar nýggja skipanin við progressivum tøkugjøldum alifyritøkunum til at sloyfa portiónsframleiðslu og meirvirking til fyrimuns fyri at selja laksin heilan av landinum. Tað er ein samfelagsbúskaparliga óheppin – og helst eisini ótilætlað – avleiðing av nýggja progressiva skattastiganum”, greiðir Johnny í Grótinum frá.

Í Noregi verður skattað við støði í veruliga søluprísinum

Í Noregi tóku myndugleikarnir atfinningarnar hesum viðvíkjandi til sín og hava í summar tillaga teirra skattaskipan, soleiðis at skatturin í 2024 verður ásettur við støði í veruliga sáttmálapísinum og ikki bert spottprísinum. Tí er føroyska portiónsframleiðslan ikki kappingarfør í løtuni.

Útvarpið hjá KvF gjørdi í hesi vikuni samrøðu við Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost, um støðuna. Her vísti forstjórin á, at Høgni Hoydal á almennum fundi í summar hevði lovað tillagingar í skipanini við tøkugjøldum, soleiðis at tøkugjaldið skuldi fylgja teim faktisku søluprísunum á laksaportiónum, sum føroysku alifeløgini avtalaðu seg til. Men enn er onki hent, og nú er við at vera ov seint at gera sølusáttmálar fyri 2024, sostatt má føroyski alirisin nú fyrireika seg upp á at niðurleggja portiónsframleiðsluna.

Hendir tað, hvørva yvir 300 størv í alivinnuni eftir ársskiftið. Í 2022 rindaði Bakkafrost hesum starvsfólkum 145 milliónir krónur í lønum, sambært almennu roknskapunum.

Tap av størvum viðførir størri hall á Fíggjarlógini

Norðlýsið hevur eisini spurt búskaparfrøðingin, hvussu hetta kann hugsast at ávirka arbeiðið við fíggjarlógini fyri 2024?

“Vanliga verður kravt, at landsstýrið leggur fram fylgilógir til fíggjarlógina sama dag, sum kunnu staðfesta, hvussu landsstýrið fær til vega fíggingina til ymsu átøkini í fíggjarlógini. Við útmeldingunum frá Bakkafrosti og Dennisi Holm um Barentshavið hesa vikuna, hevur Ruth Vang fingið nakrar greiðar ábendingar um vanda fyri at missa yvir 500 størv í alivinnuni og fiskivinnuni, um ikki ítøkilig politisk átøk verða gjørd. Og hetta kemur aftrat arbeiðinum við at finna fígging til lyftini um lønarlyft og stytta arbeiðsviku.

Í heystfrágreiðingini mettu vit í Búskaparráðnum, at úrslitið á fíggjarlógini komandi ár – alt annað líka – fór at vera eitt undirskot á góðar 200 milliónir krónur. Hvørva 500 størv í alivinnuni og fiskivinnuni, verður hallið fleiri hundrað milliónir krónur størri. Bæði tí lønarinntøkurnar hvørva og harvið skattainntøkurnar, men eisini tí at landskassin hevði roknað við øktum inntøkum frá hækkaðum veiðugjøldum á kvoturnar í Barentshavinum” greiðir Johnny í Grótinum frá at enda.

Ruth Vang hevur soleiðis fingið nakrar eyka avbjóðingar at handfara í arbeiðinum við at gera fíggjarlóg fyri 2024 komandi vikurnar. Atlit má takast til ítøkiligu ætlanirnar hjá landsstýrinum viðvíkjandi bæði tøkugjøldunum í alivinnuni og fiskiveiðusamstarvinum í Barentshavinum.

Størri grein um evnið verður í Norðlýsinum mánadagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Norðoya Sambands­felag hevur uppstillinga…
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir
8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
Myndarøð: U21-landsliðið fyrireikaði seg…
Nú kølnar….
HALLUR KEMUR HOYM!
Kæra Klaksvík
Norð­urlendska veður­ráð­stevnan 2026 verðu…
Stjørnan hevur tilmeldingardag
U21 fyrireikar seg til dyst í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Fer lands­kassin fyri bakka?
Stjørnan og Team Klaksvík á útivølli í d…
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…