Lýsing
Lýsing
Lýsing
Illveður í dag. Miðalvindferðin er beint undir stormi. Hetta verður veðrið allan dag. 15 til 20 m/s av landnyrðingi norði, seinni er beinur norðan. Samdrigið allan dag og regn fyri tað mesta. | Mynd: Vørn - veðurstøðin á Akrabergi

Veðrið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.09.2023 - 08:05 Tíðindi Veðrið

Nakað av vindi er í dag. Sambært vindmátarum Landsverks er miðalvindurin kring landið 15 til 20 m/s av landnyrðingi norði. Í hvirlunum er vindferðin upp í 25 m/s, onkrastaðni meiri enn tað. Hetta er beint undir stormi.

Samdrigið er í morgun – t.e. at skýggj fjala alt loftið, einki hol er upp ígjøgnum. Tað regnar kring alt landið, tó at tað ikki regnar líka illa alla tíðina. Hitin liggur um 8 – 9 stig.

Orsøkina til keðiliga veðrið er eitt lágtrýst, sum í morgun er einar 100 fjórðingar ella minni í landsynning úr Suðuroynni. Trýstið í miðjuni er 974 hPa, og tað er nokkso lágt, og tí er nakað av vindi rundan um tað. Mesti vindurin er vestan- og norðanfyri miðjuna – akkurát har sum Føroyar eru!

Lágtrýstið við brúgvaløgum liggur um okkara leiðir. Vit liggja vestan fyri miðjuna, har sum mesti vindurin og mesta regnið er.

Hvussu veðrið fer at vera restina av degnum í dag og í morgin velst alt um, hvønn vegin lágtrýstið fer, og um tað dýpist ella grynnist.

Lágtrýstið fer í dag at ganga í landsynning – tað er ímóti Hetlandi og burtur frá okkum – meðan tað grynnist spakuliga. Tað fer ikki at ganga so skjótt fyri seg, og veðrið í Føroyum fer tí ikki at batna so skjótt.

Forsøgnin fyri Føroyar er, at vindurin sum er í morgin fer at vera allan dagm men ættin fer út á dagin upp í beinan norðan. Tað verður líka grátt í veðrinum allan dag, og tað fer at regna fyri tað mesta kring alt landið – tó verða løtur við ongum regni onkra løtu.

Hitin í dag fer at koma upp í eini 10 – 11 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…