Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kyndil hevði munin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.09.2023 - 19:35 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað gekk javnt á fyrstu 20 minuttirnar, tá Stjørnan og Kyndil hittust í KÍ-høllini ídag, men seinasta partin av fyrra hálvleiki hevði Kyndil hug at draga frá Stjørnuni. Hálvleiksstøan var 12-8 til Kyndil. Eins og í dystinum ímóti Neistanum seinasta vikuskifti kunnu stjørnukvinnurnar takka sær sjálvum fyri, at tær ikki høvdu leiðsluna í steðginum, alt, alt ov nógvir upplagdir málmøkuleikar verða misnýttir. Trupuleikin má vera tann, at leikararnir geva sær ikki stundir at hugs um, hvussu teir plassera skotini, tá avsluttað verður. Tað má avgjørt okkurt kunna gerast við.                                                                                                                                             

Í byrjanini av seinna hálvleiki hevði Kyndil hug at økja um leiðsluna, og hevði tað einu løtuna eina leiðslu uppá seks mál, men Stjørnan megnaði at svarta aftur, og fekk minkað um leiðsluna hjá Kyndil til tvey mál, og hevði møguleika at minka um munin til eitt mál, men tað miseydnaðist. Í næsta álopinum eydnaðist tað Kyndil at skora, og nærri kom Stjørnan ikki. Dysturin endaði við 25-22 sigri til Kyndil.

Málini hjá Stjørnuni skutu:  Savica Mrkik 5, Sonja S. á Bergi 4, Valentina Landri 4, Jancy H. Poulsen 3, Durita L. Johnansen 2, Ella Samson 2, Joan Sørensen 1 og Nina Abramovic 1

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu