Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Televarpið (skíggjamynd)

Teir grønu spældu seg sera nær FM

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  27.09.2023 - 20:00 Ítrottur Tíðindi

KÍ vann fyri fyrstu ferð í grønum í kvøld, og nú er lutfalsliga góður møguleiki fyri, at KÍ vinnur FM sunnudagin.

KÍ spældi á Eiði móti einum sera skerdum liði hjá EB/Streymi. KÍ sat eisini á dystinum frá byrjan til enda. Odmar Færø skallaði annan dystin á rað hornaspark frá Árna Frederiksberg. Og Patrick Da Silva legði eisini upp annan dystin á raå, tá Jóannes K. Danielsen skoraði. 2-0 til KÍ gjørdist úrslitið og sostatt hevur KÍ fyri fyrstu ferð vunnið ein dyst í grønum.

Nú kann KÍ tryggja sær FM 2023 sunnudagin. Til tað krevst, at KÍ vinnur sín dyst móti einum sera skerdum ÍF-liði, meðan B36 ikki vinnur útidystin móti Víkingi. Ella at KÍ spælir javnt og B36 tapur. Víkingur hevur vunnið allar dystirnar eftir summarsteðgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…