Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alt fyri sosialismuna

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingslimur  |  28.09.2023 - 20:35 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Sitandi sosialistiska samgonga sýnir ein ófatiligan illvilja móti okkara høvuðsvinnum, alivinnuni og fiskivinnuni. Tær skulu undirdýkjast í skattum og avgjøldum og øðrum forðingum og fótonglum

 

 

 

Sosialisman skjótt kostað okkum 1000 arbeiðspláss

Uml.  400 arbeiðspláss eru sett  í vanda á góðskingarvirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum og  uml . 250 arbeiðspláss  umborð á  fiskiskipum í Barentshavinum.   Soleiðis  setir  sitandi sosialistiska samgongan uml. 650 góð og trygg  arbeiðspláss í vanda í okkara høvuðsvinnum. Við hesum missa kanska uml.  650  familjur sítt fíggjarliga tilverugrundarlag og landskassin missir 100 tals milliónir.  Aftrat hesum koma nógv arbeiðspláss í  avleiddum vinnum.

Hetta eru júst fólk, sum vinstrivongurin sigur seg skulu  arbeiða fyri  -  fiski-  og verkafólk.   Samgongan hóttir nú  teirra tilverugrundarlag.  Hevur samgongan nýggj arbeiðir at bjóða teimum, ella skulu tey koma við hattinum í hondini og biðja um sosialistiska olmussu ? Er tað kanska tann djúpara meiningin við hesum politikkinum ?

Fyrr í summar minkaði Bakkafrost um sínar íløguætlanir í Føroyum fyri ístaðin at vaksa  um íløguætlanirnar í Skotlandi. Eisini her vóru tað broyttu fortreytirnar við hækkaðum tøkugjaldi saman við manglandi visiónum hjá politikarunum  sum vóru orsøkin.   Tá  mistu vit 100 arbeiðspláss av landinum og íløgur fyri 5 milliardir.

 

Skandalir í kø

Skandalirnar hjá hesi samgonguni hópa seg upp, og vit hava neyvan sæð tað síðstu enn.  Teir ikki bara fjerna verandi  arbeiðspláss, men forða eisini fyri nýggjum framtíðar arbeiðsplássum. So ólukkurnar  standa í kø og allar eru  sjálvgjørdar.  Áðrenn vit hava vent okkum, eru vit 1000 arbeiðspláss fátækari alt íroknað  !    

Hevur landstýriskvinnan í fíggjarmálum Ruth Vang eitt boð uppá hvar hesar 100 tals milliónirnar skulu koma frá ? Skulu fleiri fólk uppí ALS  ?    Hvat við vallyftunum um   lønarlyft og  styttri arbeiðsviku? Trúgvi nógv fáa  stutta arbeiðsviku ófrívilliga.  Skulu Palleba og Marsanna knokkroytast enn meir?   Hevur hon sum ein borgarligur politikkari veruliga samvitsku til at vera partur av hesum skandalustýrinum ?  

 

Landstýrismaðurin trýr ikki vinnuni

Landstýrismaðurin í vinnumálum Høgni Hoydal trýr ikki  stjóranum á Bakkafrost, tá hesin sigur, at við hækkaða tøkugjaldinum verða uml. 400 arbeiðspláss sett í vanda.   Landstýrismaðurin í vinnumálum  veit betur enn vinnan sjálv og sigur, at  tað sømir seg ikki stjóranum at koma við slíkum hóttanum móti vanligum arbeiðsfólki  og tosar niðursetandi  um stórkapitalin.

Sosialistisku hógvarnir koma  tíðiliga til sjóndar. Sterku og framkomnu fyritøkurnar skulu knokkroytast í skattum og avgjøldum og ofrast á sosialistiska altarinum.  Tær skulu gerast veikar og tannleysar, so landstýrismaðurin fær alt vald.  Kosta hvat tað  kosta vil. Stórkapitalurin skal vekk, tí hann hevur ov stórt vald.  Alt vald til landstýrismannin.

 

Havnastongsulin

Havnastongsulin fyri russiskum skipum hevur  stórar avleiðingar fyri okkum. Fyrstu úrslitini hava vit longu sæð, men  samgongan letst ikki um vón.  Havnastongsilin kostar arbeiðspláss og 100 tals  milliónir í mistum inntøkum. Meðan Normenn  steingja nakrar týdningarleysar havnir, steingja vit allar havnir.    

Berlingske Tidende hevur gjørt áhugaverda greining av handilssamstarvinum millum Europa og Rusland. Niðurstøðan er, at nógv meir flótandi gass verður keypt úr Ruslandi nú enn áðrenn kríggið.

Skal hinvegin  skunda mær at siga, at eg førdømi øll kríggj.

 

Avleiðingar kring alt landið

Hesin sosialistiski politikkurin  – um hann  blívur gjøgnumførdur sum ætlað - fær stórar negativar avleiðingar kring alt landið á  flestu arbeiðsøkjum.   Hetta hevur  fólkaflokkurin so ofta ført fram.  Men  eisini  Tórshavn, har hendan samgongan hevur sítt tilverugrundarlag merkir nú  sviðan.  Mistar inntøkur frá trolarum, mistar inntøkur til Tórshavnar Havn, mistar inntøkur frá tænastuvinnum av ymsum slag, veitingarvinnum, proviantering, catering, ja enntá matstovuvirksemi fer at merkja sviðan.

Hetta er júst tað, sum vit í fólkaflokkinum altíð hava sagt. Fiskivinnan og alivinnan eru grundsúlurnar undir øllum.  Leggja vit fótonglar fyri tær, so ávirkar tað alt samfelagið fyrr ella seinni.

Vónandi broytir samgongan sín  illvilja móti okkara høvuðsvinnum og øðrum vinnum eisini. 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Norðoya Sambands­felag hevur uppstillinga…
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir
8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
Myndarøð: U21-landsliðið fyrireikaði seg…
Nú kølnar….
HALLUR KEMUR HOYM!
Kæra Klaksvík
Norð­urlendska veður­ráð­stevnan 2026 verðu…
Stjørnan hevur tilmeldingardag
U21 fyrireikar seg til dyst í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Fer lands­kassin fyri bakka?
Stjørnan og Team Klaksvík á útivølli í d…
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…