Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit elska Klaksvík og KÍ

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2023 - 21:51 Ítrottur Mentan Myndarøð

Um tú sum lesur hetta, sær eitt fitt og smílandi fremmand par hyggja at dystinum millum KÍ og ÍF sunnudagin, so skal tú vita, at tað er Florian og Kristina

 

 

Florian Simon og Kristina Krizanova eru eitt par, sum búgva í Eysturríki. Hann hevur lisið medisin og granskar nú krabbameinsheilivag og hon er leiðari á einari sølu- og marknaðardeild.

Florian hevur altíð havt stóran áhugað í fótbólti og spældi hann nógv fótbólt, sum ungur. Í gjøgnum sín ungdóm hoyrdi hann í jøvnum millumbili søgur um nakrar oyggjar í Norðuratlanshavinum - serliga tí hetta lítla landið einaferð hevði vunnið ein fótbóltsdyst í móti hansara egna føðilandi Eysturríki. Sum tíðin gekk, so vaks áhugin fyri Føroyum og visti Florian, at ein dag so fór hann at vitja hesar oyggjar.

Foreldrini hjá Florian, sum bæði liva av at spæla tónleik, koma úr Budapest í Ungarn og er tað nakað fótbóltslið, sum stendur hjartanum hjá Florina nær, so er tað Ferencvarosi.

19. juli í ár visti Florian, at Kí skuldi spæla ímóti sínum liðið. Sjálvandi fór Ferencvarosi at vinna á hesum lítla býi, sum einans hevði 5000 borgarar og tí tók hann eina stóra avgerð: Eftir dystin vildi hann fara niður á knø og fríggja til sína unnustu Kristinu.

19. juli kom - forlovingsringurin var keyptur og setti Florian seg væl niður í sofuna fyri at hyggja eftir dystinum millum Ferencvarosi og Kí - hetta fór at vera ein góður dagur. Men dysturin var ikki meira enn 32 minuttir, so hevði Arni Frederiksberg lagt Kí á odda 2-0. Florian bleiv so keddur at hann fór at gráta. Tá dysturin var liðugur segði máltalvan 3-0 til Kí og Florian var í knúsi.

Florian sigur, at kenslan, sum hann sat við eftir dystin var sera løgin. Hann var sera keddur og vónsvikin at sítt egna lið spældi so vánaligt, men samstundis var hann hugtikin av Kí og Føroyum. Hvat var hetta fyri ein býur og hvat var hetta fyri eitt land, sum lá úti í Atlantshavinum, sum var so dragandi og spennandi - og hvør var hesin Arni Frederiksberg, sum hevði eyðmýkt sítt heimalið so dyggiliga?

Hóast hýrurin ikki var góður eftir dystin, so fall Florian á knæ og fríggjaði til Kristinu. Tíbetri segði Kristina ja.

Nakrar dagar eftir hetta, bíløgdu Florian og Kristina eina ferð til Føroyar - tey vildu sleppa at uppliva landið, sum Florian hevði fingið so stóran tokka til.

Tey bookaðu eina íbúð ígjøgnum Airbnb hjá Niclas Hera Jákupsson. Niclas Heri tók ímóti hesum pari og eitt kvøldið tá hann hevði bjóðað hesum unga pari turran fisk, grind, eplir, spik og skerpukjøt, fortaldi Florian Niclas Hera søguna um sín serliga tokka til Føroyar og Klaksvík.

Uttan at Florian og Kristina vistu av, ringdi Niclas Heri til Bigga í Klaksvík og spurdi um hann kundi skipa soleiðis fyri, at Arni var á skrivstovuni hósdagin kl. 14.00. Eisini ringdi Niclas Heri til Eyðstein Poulsen, sum skipaði soleiðis fyri at Sylvan Jacobsen skuldi standa klárur at taka ímóti gestunum, tá tey fóru at koma til fótbóltsvøllin á Djúpumýru.

Hósdagurin í vikuni fór Niclas Heri ein biltúr við hesum unga pari í Klakvík. Hann setti bilin uttan fyri Kjølbro Heilsølu og bað tey líka koma inn ein túr við sær. Florian og Kristina vistu ikki hvat orsøkin var at fara inn á heilsøluna, men áðrenn tey vistu av, so stóðu tey uttan fyri skrivstovuna hjá Arna Frederiksberg. Tá tey lótu hurðina upp - mundi Florian dottið uppeftir, tí frammanfyri honum stóð fótbóltsspælarin, sum hevði eyðmýkt hansara heimalið og sum hevði órógva fríggingarkvøldið hjá honum - men sum hann samstundis hevði so stóra virðing fyri. Arni gav sær góða tíð at práta við Florian og fingu teir báðir eina sera góða og hugnaliga løtu saman.

Eftir at hava verið og heilsa uppá Arna, gekk leiðin niðan á Djúpumýru. Eisini hetta var eitt stórt surprise fyri Florian og Kristinu. Á Djúpumýru tók Sylvan Jacobsen í móti teimum og gav hann sær góða tíð til hetta unga pari. Sylvan vísti teimum inn í hvønn krók og greiddi hann teimum frá um søguna og mentanina í felagnum.

Niclas Heri segði við Florian og Kristinu um tey bara skulu fara at heilsa uppá føroyingar, tí teir eru so blíðir. Komin til Viðareiðis gekk ikki longi, so stóð Florian og tummaði og fletti sín fyrsta seyð. 

Hevði Florian stóran tokka til Føroyar/Klaksvík áðrenn hann kom til Føroyar, so er hesin tokki vaksin so nógv, at hann nú bara tosar um at flyta til Føroyar at granska.

Kristina, sum er úr Bratislava - men tá Florian verður spurdur, hvørjum liði hann heldur við - Kí ella Bratislava, so er hann skjótur at svara: KÍ.

Um tú sum lesur hetta, sær eitt fitt og smílandi fremmand par hyggja at dystinum millum KÍ og ÍF sunnudagin, so skal tú vita, at tað er Florian og Kristina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Serstakt listprýði
Neyst til dyppara- og havsvimjarar á Bor…
Ísrael kroyst, nú kammeratar­nir eru farn…
Gobs á Voxbotn 2024 
Pensjónir og veitingar hækka næsta ár
Tjørnunes røkir leið 58
Aftur beinleiðis til New York í 2024
Oliva Frederikka Eliassen – dreymurin, s…
Norð­urlendsk eldrafeløg glefsa frá sær
Aktuell krimi yvirraskar
JÓLAHUGNI Í KIRKJU­KJALLARANUM
Veðrið um vikuskiftið
KÍ-leikarar­nir vóru ov óskarpir
Jólatøini í Kalsoynni tendrað
Kavarin røkir leið 58
Bil-leygardagur á Toyota í Klaksvík
Kom og hoyr ársins leiðarar 2023
Hvat er munurin á donskum og norð­urlends…
Eg komi skjótt!
Upptakt: KÍ-Slovan Bratislava